Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 84
90
Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi
vandaða samanrenning, sum ferðast runt í kroppinum og
millum annað leggst í allan bróskvevnað, sinar og bond.
Bróskvevnaðurin ferst, og ring arthrosis tekur seg upp.
Kanska hava líkir kveikaskeivleikar okkurt at týða fyri
ta arthrosis, sum tekur seg upp, tá ið vit eldast.
Fyrr hava teir hildið ovfiti hava meginskuldina í, at fólk
fingu arthrosis og spondylosis, men valla man tað vera
so. Kortini er einki at taka seg aftur í, at verður liður,
har frammanundan arthrosis er í, fyri teirri ovbyrðan, sum
ovfiti man vera, so versnar henda arthrosis og vindur skjótí
ari uppá seg.
Eyðkendar eru osteoarthroses og spondyloses vevnaðar*
froðiliga av úrskepandi broytingum í bróskvevnaðinum,
hagani gerðirnar breiða seg útá til knotur, liðhylki, liða«
bond og sinar. Hildið verður, at úrskepandi gerðirnar raka
bæði grundvevnaðin og træðrirnar. Av hesum broytist
bróskflatin frá at vera hálur, blankur og speglandi, so hann
verður óslættur, óblankur og gráligur, og sum frálíður
verður hann uppslitin. Hesum burturmáðandi gerðum viga
fyri ein part upp í móti afturbøtandi gerðir í atliggjandi
beinvevnaða, so beinvondin verður tættari (sclerosis). Um<
framt verður knotan vanliga breiðari, meðan beinrúður
vexur burtur úr jaðarunum. Eisini liðbond, sinar og vøddar
har í nánd verða fyri úrskepandi broytingum, og mangan
eru tað broytingar í vøddunum (vøddatrotarnir), ið gera,
at sjúklingarnir leita til lækna.
B. Sjúkueyðkennini.
Sjúkueyðkennini hjá osteoarthrosis og spondylosis eru
væl kend. Sjúklingarnir verða stirvnir og bognir. Strævið
gongst teimum at sleppa fram á morgni, og illa gongst
teimum at lata seg í skógvar og hosur. Frægari gongst,
tá ið teir hava mýkt liðirnar eitt sindur, men út á dagin
kemur pínan aftur. Tosað verður um ta sonevndu byrðanar=