Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 84

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 84
90 Úrskepandi sjúkur í liðum og ryggi vandaða samanrenning, sum ferðast runt í kroppinum og millum annað leggst í allan bróskvevnað, sinar og bond. Bróskvevnaðurin ferst, og ring arthrosis tekur seg upp. Kanska hava líkir kveikaskeivleikar okkurt at týða fyri ta arthrosis, sum tekur seg upp, tá ið vit eldast. Fyrr hava teir hildið ovfiti hava meginskuldina í, at fólk fingu arthrosis og spondylosis, men valla man tað vera so. Kortini er einki at taka seg aftur í, at verður liður, har frammanundan arthrosis er í, fyri teirri ovbyrðan, sum ovfiti man vera, so versnar henda arthrosis og vindur skjótí ari uppá seg. Eyðkendar eru osteoarthroses og spondyloses vevnaðar* froðiliga av úrskepandi broytingum í bróskvevnaðinum, hagani gerðirnar breiða seg útá til knotur, liðhylki, liða« bond og sinar. Hildið verður, at úrskepandi gerðirnar raka bæði grundvevnaðin og træðrirnar. Av hesum broytist bróskflatin frá at vera hálur, blankur og speglandi, so hann verður óslættur, óblankur og gráligur, og sum frálíður verður hann uppslitin. Hesum burturmáðandi gerðum viga fyri ein part upp í móti afturbøtandi gerðir í atliggjandi beinvevnaða, so beinvondin verður tættari (sclerosis). Um< framt verður knotan vanliga breiðari, meðan beinrúður vexur burtur úr jaðarunum. Eisini liðbond, sinar og vøddar har í nánd verða fyri úrskepandi broytingum, og mangan eru tað broytingar í vøddunum (vøddatrotarnir), ið gera, at sjúklingarnir leita til lækna. B. Sjúkueyðkennini. Sjúkueyðkennini hjá osteoarthrosis og spondylosis eru væl kend. Sjúklingarnir verða stirvnir og bognir. Strævið gongst teimum at sleppa fram á morgni, og illa gongst teimum at lata seg í skógvar og hosur. Frægari gongst, tá ið teir hava mýkt liðirnar eitt sindur, men út á dagin kemur pínan aftur. Tosað verður um ta sonevndu byrðanar=
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.