Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 12

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 12
18 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi Nr. 8. Hjá einari gentu, ið var 2 ár, F. S. D. b. í h. 22/2 1923, komu knotutuberklar í 2. handarbeinið á høgru hond og saman við teimum tuberklar í eitlum í albogakreppingini, og sum kravdu skurð. Hon var smittað av móðurini at kalla 1 ár frammanundan — sí sjúkusøgu 11 í pettinum um tuberklar í liðum og knotum. Nr. 9. Ein eldri systir nr. 8, A. D., b. i h. 4/10 1916, ið eisini var smittað av móðurini og um somu tíð, varð, 10 ára gomul, 2 ár eftir smittuna, viðgjørd á sjúkrahúsi fyri tuberklabruna í hálseitlunum. Nr. 10 og 11. Ein 10 ára gl. drongur, H. M. H. b. í h. 9/4 1914, og 9 ára genta, H.J. b. í h. 22/8 1915, høvdu eitlasvullirnar at kalla l5/4 ár eftir seinastu negativu pirking. Tíðin ímillu smittu og sjúku er so stytri enn hetta tíðarskeiðið. Drongurin hevði búnar eitlatuberklar undir vinstru hond, gentan hevði búnar svullir í albogakreppingini og undir hondini høgru megin. Nr. 12, 13 og 14 eru 3 stórir dreingir: Ó. D., 13 ár, b. í h. 7/6 1915, A. P. 14 ár, b. í h. 18/7 1905 og P. A. P. 17 ár, b. í h. 30/1 1908; allir komu at strfðast við tuberklar í hálseitlunum. Alt bendi á, at teir vóru smittaðir ávikavist 5, 10 og 7 ár, áðrenn troti gjørdist úr hesum eitlum. Bert hjá miðlingadreinginum, nr. 13, búnaðist ongantíð. Hin yngsti, nr. 12, b. í h. 7/6 1915, var smittaður í grannahúsi í 1923. Júst um hesa tíðina, tá ið konan í hesum húsinum sjúklaðist við lungna- tuberklum (+ tb) var hann hvørt kvøld inni hjá henni og hennara, og ofta mátti vera farið eftir honum. Um somu tíð, sum lungnatuberklar hennara vórðu funnir, hevði hann eina tíð hita, ið eftir øllum líkindum var smittuhiti. Røntgenrannsókn vísti tub. gl. bronchialis. Tuberklar i hálseitlunum komu 5 ár seinni. Annar drongurin, A. P. 14 ár, b. í h. 18/7 1905, er uttan iva smitt- aður av móður síni, sum doyði heima av lungnatuberklum, 10 ár áðrenn sonurin gjørdist sjúkur. Sjúkan, ið tók seg upp á hálsinum, varð seinni til trota av eitlunum undir húðini víða um á kroppinum. Elsti av hesum trimum dreingjunum, P. A. P. 17 ár, b. í h. 30/1 1908, mundi ivaleyst vera smittaður av manni úr húsi í grannalagnum; hesin maður doyði 7 ár, áðrenn hálseitlarnir hjá smittaða dreinginum fóru at vaksa. Nr. 15. Hjá 13 ára gl. gentu, A. S. J. b. í h. 18/8 1914, liðu 3 ár frá fyrsta positiva pirki, til tess hálseitlarnir fóru at vaksa. Var uttan iva smittað av mostur sínari 3 ár undan pirkingini. Skeiðið ímillum smittu og vøkstur eitlanna mugu vit so seta til 6 ár. Eingin búning. Nr. 16 og 17 vóru systrar: H. H., b. í h. 11/4 1914 og J. H. b. í h. 15/4 1916. Tær vóru smittaðar av móður síni í 1920, og vóru tá ávika- vist 6 og 4 ára gamlar, og 20 og 22 ár, tá ið eitlabrunin kom á háls- inum í 1934 og 1938. Tann eldra gentan hevði, tá ið búningin av eitlunum á 20 ára aldri
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.