Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 50

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 50
56 Heimrustir avgerandi fyri, hvussu stóran part garðurin hevði í bygda* felagnum.80) Her skal viðmerkjast, at ein býlingur upp= runaliga var tað sama sum ein garður. Eisini aðramáta kunnu »tofter« og heimrustir líknast saman. í Skánsku Lóg kap. 75 stendur, at »Leding, Inne og Stud skal svares af Hustoften«,81) t. v. s., at »toften« er grundarlagið fyri skattaálíkningini, og soleiðis man tað eisini uttan iva hava verið við heimrustum. Um hetta sigur Lunddahl, at hann »formoder, at Paalægget af Kongsskat har været knyttet til saadan Inddeling af Bygderne i Byg= linger eller visse Grunde,« og hann vísir samstundis á navnið skattagrundir í Suðuroy.82) Hvussu kongsskatturin er álagdur á fyrsta sinni, kann einki sigast um, men hugsast kann, at kongsskattur hevur verið álagdur hvørjari bygd við eini vissari hædd,83) og tá sundurleggingin í býlingar er farin fram, er skatturin javnaður á teir ymisku býlingarnar, óivað eftir markatalinum, og soleiðis kann ein eisini hugsa sær, at markatalið í bygd* ini hevur havt sína ávirkan, hvussu kongsskatturin varð álagdur. Táið sundurleggingin í býlingar og tey seinri býtini í sjálvum býlingunum eru farin fram, sær tað ikki øðrvísi út enn, at skatturin er álagdur ójavnt,84) tí ein heilur kongsskattur t. v. s. ein gyllin í peningi, kundi verða borin av 3—4 mk. og ein annar kongsskattur — kanska í somu bygd — av 12 mk. ella meira.85) At bygdirnar soleiðis vórðu lagdar í skattaløg,86) kom sum áður sagt at hava týdning undir býtinum av skatta* grundunum í bygdini (og bjørgunum). Kongsskatturin var ofta latin soleiðis, at kongsbóndin ella ein stórur óðals* bóndi rindaði allan skattin fyri tí skattalagnum og kravdi síðani hinar eigararnar eftir teirra parti,87) men tað hendi eisini, at hann greiddi allan skattin úr egnum lumma, »da Arbejdet med Indkrævningen vilde være langt større end Skattebeløbets Værdi.«88) Við hesi skattaálegging kom áskoðanin at vera tann, at bóndin, ið rindaði kongsskattin, hevði einaræði á teimum
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.