Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 9

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 9
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 15 arnar enn í nakran annan stað. 2 samfastir geislar eru her taldir sum ein knota. At enda kann vera orsøk til at spyrja: I. Hvussu long tíð leið ímillum smittuna og tað, at liða* og knotutuberkh arnir tóku seg upp hjá hesum 14, børnum og tilkomnum, ið høvdu 17 sjúkur í liðum og knotum? II. Hvørjar tu* berklasjúkur síggja vit ímillum smittu ella smittuhita á annan bógvin og tuberklasjúku í liðum og knotum á hin. I. Teir 17 tilburðirnir á 1. talvu skiftast av sær sjálvum sundur í 3 bólkar: A. børnini, ið her øll vóru undir 13 ár, B. tey tilkomnu á 20—29 ára aldri og C. øll yvir hendan aldur. A. Tilsamans 4 børn: 3 gentur undir 5 ár og 12 ára drongur, sum tilsamans høvdu 6 sjúkur í liðum og knotum: Nr. 1, 3, 11, 12, 13 og 14. Allar hesar sjúkur komu til sjóndar, áðrenn ár var liðið frá smittuløtuni, undantiknir ryggjartuberklarnir (nr. 3), sum eru onnur tuberklasjúkan hjá 4 mán. gomlu gentuni (nr. 1). Teir komu 2 ár og 5 mánaðir aftan á fyrstu sjúkuna, sum var tuberklar í vinstra knæ. B. í hesum bólki (20—29 ár) eru 7: Nr. 2, 4, 5, 6, 7, 8 og 15. 2 teirra (nr. 4 og 5) høvdu knotutuberklarnar, áðrenn ár var liðið frá smittuløtuni. Hjá 3 av hinum (nr. 2, 6 og 7) tók sjúkan seg upp H/z-2 ár eftir smittudagin. Viðvíkjandi tveimum teimum síðstu vita vit einki vist um smittukelduna ella um smittuløtuna. Tó kunnu vit um ein teirra (nr. 8) siga, at skeiðið ímillum smittu og sjúku má vera stytri enn 4 ár 7 mánaðir. C. í seinasta bólkinum eru 4 tilburðir: Nr. 9, 10, 16 og 17. Hin yngsti av teim 3 monnunum (nr. 16) er maðurin (nr. 4), ið 20 ára gamal, 7 mánaðir eftir smittuna, fekk ryggjartuberklar, og stívliga 13 ár seinni tub. troch. major. dxt. Hini bæði mannfólkini (nr. 9 og 10) vóru í 30*ár* unum, tá ið knotutuberklarnir byrjaðu. Um nr. 10 kunnu vit skera úr, at tíðarskeiðið ímillum smittu og sjúku kann í mesta lagi verða 2 ár 10 mán. Triði maðurin (nr. 9) tykist at hava havt eitt millumskeið uppá 20 ár í minsta
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.