Fróðskaparrit - 01.01.1987, Blaðsíða 5
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
9
in, at kristin raaður er inni har. Eline sigur fyrst, at
ein kráka fleyg yvir húsið og feldi eitt mannabein,
men tá Rosmer ikki trýr tí, sigur hon, at næsti
frændi hennara er komin úr íslandi, og hon fær
Rosmer at svørja ikki at gera honum nakað. 'I'á ið
tvey áru eru umliðin, ger Roland Eline við barn.
Hon fer til Rosmer og biður hann flyta frænda
hennara heim aftur. Sjálv fjalir hon seg í eini kistu
við gulli og silvuri, sum Rosmer hevur givið
Roland. Rosmer ber nú Roland undir hondini og
kistuna á bakinum gjøgnum sjógvin til landið, har
sól og máni skína. Roland takkar Rosmer, tá ið
teir skiljast, og sigur, at Eline er við barn. Rosmer
tárar og sigur, at hevði hann ikki svorið trygdar-
eiðin, skuldi hann svølgt Roland. Hann skundar
sær heim aftur, men tá ið hann ikki finnur Eline,
springur hann av harmi og verður til stein. Meðan
fylgjast Roland og Eline upp í landið, har hann má
vísa henni vegin.
Um granskingina av donsku Rosmer-vísuni
kann sigast, at fyrsta stigið byrjar á ein hátt
við útgávuni av henni hjá Vedel, við tað at
hann metti tær donsku uppskriftirnar ikki
at umboða eina vísu, men tríggjar ymiskar
vísur um Rosmer.
Vísindaliga granskingin av vísuni og
kvæðinum byrjar ikki av álvara fyrr enn við
Svend Grundtvig og drúgva inngangi hans-
ara í »Danmarks gamle Folkeviser«8) til
donsku vísuna um Rosmer. Høvuðsúrslit-
ini av gransking hansara eru:
1. Tær elstu donsku uppskriftirnar úr 16.
øld umboða ikki, sum Vedel helt,
tríggjar ymiskar vísur um Rosmer, men
somu vísu.
2. Okkara Gongurólvskvæði, sum eisini
váttar hetta sambandið millum donsku
uppskriftirnar, hevur serligan týdning
fyri granskingina av vísuni, tí at okkara
kvæði stendur á einum eldri stigi enn
danska vísan, men kortini ikki á tí elsta
stiginum.
3. Keldurnar, sum vísan ella kvæðið er
yrkt eftir, eru ikki kendar. Soleiðis
hava tey einki beinleiðis samband við
ta ævintýrkendu, íslendsku fornsøguna
um Gpngu-Hrólf, tað er GQngu-Hrólfs
saga, uttan tað at bæði siga, at navnið
Gongu-Rólvur hevði hann fingið, tí
eingin hestur kundi bera hann. Heldur
ikki hevur tann danska vísan um Ros-
mer sama uppruna sum eitt skotskt
ævintýr við leysaørindum í, sum skotin
Robert Jamieson hevði hoyrt í sínum
barndómi og runnu honum í huga, tá ið
hann týddi donsku vísuna til enskt fyrst
í 19. øld (prentað 1806). Innihaldið í
hesum ævintýri er stutt sagt: Burd Ellen
er burturtikin av álvum, og brøður
hennara, tríggir í tali, fara at leita eftir
henni, men tó at allir fáa sama ráð frá
gandakallinum Merlin, er tað bara tann
yngsti, Child Rowland og hetjan í
ævintýrinum, surn finnursystrina, vinn-
ur á álvakonginum og flytur hana heim
aftur við sær. Av leysaørindunum, sum
Jamieson tekur sum prógv um, at
ævintýrið hevur upphavliga verið ein
vísa av sama slagi sum Rosmer-vísan,
kundi hann minnast serliga væl hetta
ørindið, ið álvakongurin hevði á
munni, tá hann kendi royk av
Rowland: With fi, fi and fum! /1 smell
the blood of Christian man: / Be he
dead, be he living, wi my brand / I’ll
clash his harns frae his harn-pan. Svend
Grundtvig hevur týtt hetta leysaørindið
sera leysliga soleiðis: Hann snøftet í
Skjæg, hann vejret i Sky: / Jeg lugter en
Kristenmands Blod: / hvad han er le-
vende eller død, / hans Hjærne skal
flyde for Fod9). Vert kann tað eisini
vera at nevna, at sama ørindi gongur
aftur hjá William Shakespeare í sjón-
leikinum »King Lear«, 3. akt, 4. scenu,