Fróðskaparrit - 01.01.1987, Qupperneq 6
10
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
í broyttum líki: Child Rowland to the
darke tower came. / His word was still,
Fy, fo and fumme. /1 smell the bloud of
a British man10). Tó at Svend Grundt-
vig kundi síggja stóran líkskap millum
tað skotska ævintýrið og serliga A-frá-
brigdið av donsku vísuni viðvíkjandi
søguevninum og nøvnunum á høvuðs-
persónunum, eitt nú: Rowland, Hille
og Ellen, gjørdi hann; vart við, at
nevnda leysaørindi kemur fyri í fleiri
ævintýrum og kann tí ikki takast sum
prógv um beinleiðis skyldskap millum
ævintýrið og donsku vísuna.
4. Vísan um Rosmer hevur sostatt ikki
skotskan (ella skotsk-keltiskan), men
norðurlendskan uppruna. Søgan í hin-
um frábrigdunum av donsku vísuni
speglar sum í føroyska kvæðinum aftur
tveir ymiskar sagnformar, sum eru
komnir í bland. Annar teirra er (a) ein
frásøgn um eina gentu, sum er burtur-
tikin av einum trølli, men verður
bjargað av bróður sínum, hin er (b) ein
frásøgn um ein kappa, sum kemur til
ein risa, ið eigur eina dóttur, ið kappin
ger við barn. Av hesum báðum sagn-
formunum er tann seinni tann eldri.
Donsku B- og C-frábrigdini standa
millum danska A-frábrigdið, ið hevur
fingið tann yngra sagnformin, og før-
oyska kvæðið, ið er merkt av blandin-
um av báðum sagnformunum.
5. Eftir áskoðanini hjá Svend Grundtvig
eru danska vísan og føroyska kvæðið
upphavliga komin úr Noregi, tó at har
er bara varðveitt eitt lítið brot av
kvæðinum. Prógvini fyri, at danska vís-
an er norsk, eru fyrst og fremst málslig.
Navnið Rosmer á risanum er tað sama
sum norskt rossmál (rossmár), ið merk-
ir ‘roysningur' (sbr. annars norr. rosm-
hvalr m. og rostungr m.) Navnið »hvi-
den Gaas« á skipinum er »afledt af et
norsk Digterudtryk for et skib i Al-
mindelighed«. Navnið kemur annars
ikki fyri í tí norska kvæðabrotinum,
men í okkara kvæði (sbr. »hvíta gás«
ella »hvítar gæs«). Tá Rosmer grætur í
teirri donsku vísuni, verður sagt um tár
hansara, at tey renna »som Duggen dri-
ver for Elve«, og má tað vera ein mis-
skiljing av vendingini í okkara kvæði
»so runnu tár av risans kinn / sum høgl
av hvøssum æli« (A 87) ella »So støkk
tár av risans kinn / sum høgl av stórum
æli« (B 76). Orðið »Krosser« í danska
frábrigdinum (ør. 7) hevur helst ong-
antíð verið danskt, sigur Grundtvig,
men er »krásir« í okkara kvæði og er
gott gamalt norskt. Niðurlagið í danska
B-frábrigdinum, tað er: »i Havet ud
der sejle de Nordmænd«, tekur
Grundtvig eisini sum eitt prógv aftur at
hinum um norskan uppruna. Tó at tað
danska A-frábrigdið stendur fyri seg
sjálvt í mun til hinar norðurlendsku
uppskriftirnar viðvíkjandi søguni, vísir
kortini navnið Svane í tí danska frá-
brigdinum á teirri burturtiknu gentuni
móti tí norrøna kvinnuheitinum svanni,
ið eins og Svanna í føroyska kvæðinum
er vorðið misskilt sum eitt serligt
kvinnunavn. Hinvegin er navnið Hilda
í okkara kvæði í tí danska A-frábrigd-
inum vorðið knýtt í forminum Hillelille
at mammuni at teirri burturtiknu gent-
uni. í danska B- og C-frábrigdinum er
seinna navnið knýtt at risadóttrini (so-
leiðis B) ella at gentuni, ið leitað
verður eftir (C, sbr. Eline).
6. Svend Grundtvig sigur annars um