Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 7

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 7
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN 11 gransking sína av Rosmer-vísuni, at hann hevur givið evninum í henni ser- liga gætur, tí hon tykist at vera eitt sjáldsamt dømi um, at ein vísa, ið er kend um næstan øll Norðurlond og fyrst uppskrivað í Danmørk, er komin upphavliga úr Noregi til Danmarkar og ikki hin vegin. - Fyri okkum føroying- ar er tað serliga áhugavert, at Svend Grundtvig roynir at føra prógv fyri upphavsáskoðan síni ikki við norskum, men fyrst og fremst við tilfari úr før- oyskum uppskriftum av kvæðinum. Eitt er í hvussu er víst, at úrslitið av gransking hansara av Rosmer-vísuni fekk seinni stórar avleiðingar fyri upp- havsspurningin viðvíkjandi kappa- kvæðayrking í Norðurlondum og ikki minst viðvíkjandi norsk-føroyska sam- bandinum her. í 1937 skrivaði norski fólkavísugranskar- in Knut Liestøl eina grein11), har hann roynir at greina nærri spurningin um tann upphavliga sagnformin, sum kvæðið/vísan um Gongu-Rólv byggir á, og her at vísa á skyldskapin millum henda sagnform og norrønar fornsøgur, tað eru serliga fornald- arsøgur. Sigast skal beinanvegin, at Liestøl sum Grundtvig heldur, at kvæðið er upp- havliga norskt, at allar uppskriftirnar av norðurlendskum vísum um Rosmer um- boða eina kvæðatýpu, og at ein eldri og ein yngri sagnformur eru komnir í bland í uppskriftunum. Tann eldri sagnformurin er, sum ikki bara Svend Grundtvig men eis- ini Axel Olrik helt, ein frásøgn um ein kappa, sum kemur í eitt risahelli og leggur har ástir saman við eina risadóttur, sum hann barnar. Eisini metir Liestøl, at okk- ara kvæði, tó at tað er uppskrivað »200- 300« ár seinni enn tær elstu donsku upp- skriftirnar av vísuni, er upphavligari viðvíkjandi søguni enn tær. Hinvegin sigur hann um kvæði okkara: »Den færøyske formi, som er den lengste, er full av mot- segjingar og usamanhangande drag« (s. 187). Sum dømi um slíkar tvørsagnir í kvæðinum nevnir Liestøl: »Kvinna i berget er skildra som ei jøtunkvinne: ho er stor, og so sterk at ho lyfter Rolv som eit barn, men like vel er ho syster hans. Rolv bed ris- en helsa »urðar svannu«, som er ei kenning for eit jøtunkvende (av same slaget som »hellis sprund« og »hamra víf«). Heilt uventa møter me henne att i Noreg med ein son, utan at me fær de minste greide pá korleis ho er kome dit, og so kverv ho or visa att med ein gong« (s. 187). Tó at tann eldsti teksturin av donsku vísuni, t.e. A- frábrigdið, er mest heildarkendur viðvíkj- andi søgu síni, tað er: »ein genta, sum er burturtikin av einum trølli, verður bjargað heim aftur av yngsta bróður sínum«, sær Liestøl hana sum yngsta stig burtur frá tí upphavliga stakdáminum móti tí meira al- menna og formilbundna. Ævintýrdrøg treingja seg inn í trøllakvæði, sum upphav- liga hava fingið evni sítt úr fornaldarsøg- um, annaðhvørt beinleiðis ella óbeinleiðis. Við tað at Liestøl hevur við doktararitgerð síni12) havt høvi at granska henda spurdóm nærri í sambandi við eitt nógv størri tilfar, skuldi hann eyðvitað havt serligar fortreytir at meta um hann eisini í hesum føri. Sum eina byrjan at kanning sínari av kvæðinum tekur hann fyri seg at draga fram eyðkend ævintýrdrøg, sum kvæði okkara hevur felags við nøkur norsk undurævintýr. Sum dømi um hetta nevnir hann: (1) Genta er horvin, og bróðir hennara
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.