Fróðskaparrit - 01.01.1987, Blaðsíða 7
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
11
gransking sína av Rosmer-vísuni, at
hann hevur givið evninum í henni ser-
liga gætur, tí hon tykist at vera eitt
sjáldsamt dømi um, at ein vísa, ið er
kend um næstan øll Norðurlond og
fyrst uppskrivað í Danmørk, er komin
upphavliga úr Noregi til Danmarkar og
ikki hin vegin. - Fyri okkum føroying-
ar er tað serliga áhugavert, at Svend
Grundtvig roynir at føra prógv fyri
upphavsáskoðan síni ikki við norskum,
men fyrst og fremst við tilfari úr før-
oyskum uppskriftum av kvæðinum.
Eitt er í hvussu er víst, at úrslitið av
gransking hansara av Rosmer-vísuni
fekk seinni stórar avleiðingar fyri upp-
havsspurningin viðvíkjandi kappa-
kvæðayrking í Norðurlondum og ikki
minst viðvíkjandi norsk-føroyska sam-
bandinum her.
í 1937 skrivaði norski fólkavísugranskar-
in Knut Liestøl eina grein11), har hann
roynir at greina nærri spurningin um tann
upphavliga sagnformin, sum kvæðið/vísan
um Gongu-Rólv byggir á, og her at vísa á
skyldskapin millum henda sagnform og
norrønar fornsøgur, tað eru serliga fornald-
arsøgur. Sigast skal beinanvegin, at Liestøl
sum Grundtvig heldur, at kvæðið er upp-
havliga norskt, at allar uppskriftirnar av
norðurlendskum vísum um Rosmer um-
boða eina kvæðatýpu, og at ein eldri og ein
yngri sagnformur eru komnir í bland í
uppskriftunum. Tann eldri sagnformurin
er, sum ikki bara Svend Grundtvig men eis-
ini Axel Olrik helt, ein frásøgn um ein
kappa, sum kemur í eitt risahelli og leggur
har ástir saman við eina risadóttur, sum
hann barnar. Eisini metir Liestøl, at okk-
ara kvæði, tó at tað er uppskrivað »200-
300« ár seinni enn tær elstu donsku upp-
skriftirnar av vísuni, er upphavligari
viðvíkjandi søguni enn tær. Hinvegin sigur
hann um kvæði okkara: »Den færøyske
formi, som er den lengste, er full av mot-
segjingar og usamanhangande drag« (s.
187). Sum dømi um slíkar tvørsagnir í
kvæðinum nevnir Liestøl: »Kvinna i berget
er skildra som ei jøtunkvinne: ho er stor,
og so sterk at ho lyfter Rolv som eit barn,
men like vel er ho syster hans. Rolv bed ris-
en helsa »urðar svannu«, som er ei kenning
for eit jøtunkvende (av same slaget som
»hellis sprund« og »hamra víf«). Heilt
uventa møter me henne att i Noreg med ein
son, utan at me fær de minste greide pá
korleis ho er kome dit, og so kverv ho or
visa att med ein gong« (s. 187). Tó at tann
eldsti teksturin av donsku vísuni, t.e. A-
frábrigdið, er mest heildarkendur viðvíkj-
andi søgu síni, tað er: »ein genta, sum er
burturtikin av einum trølli, verður bjargað
heim aftur av yngsta bróður sínum«, sær
Liestøl hana sum yngsta stig burtur frá tí
upphavliga stakdáminum móti tí meira al-
menna og formilbundna. Ævintýrdrøg
treingja seg inn í trøllakvæði, sum upphav-
liga hava fingið evni sítt úr fornaldarsøg-
um, annaðhvørt beinleiðis ella óbeinleiðis.
Við tað at Liestøl hevur við doktararitgerð
síni12) havt høvi at granska henda spurdóm
nærri í sambandi við eitt nógv størri tilfar,
skuldi hann eyðvitað havt serligar fortreytir
at meta um hann eisini í hesum føri. Sum
eina byrjan at kanning sínari av kvæðinum
tekur hann fyri seg at draga fram eyðkend
ævintýrdrøg, sum kvæði okkara hevur
felags við nøkur norsk undurævintýr. Sum
dømi um hetta nevnir hann:
(1) Genta er horvin, og bróðir hennara