Fróðskaparrit - 01.01.1987, Side 11
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
15
um kappakvæðayrking í norn varðveitt:
Hildinakvæði17). Av innihaldinum í kvæði
okkara síggja vit, at tað kann valla vera
yrkt burtur frá sjónum inni í landinum í
Noregi, har seinasta brotið av tí varð upp-
skrivað.
Viðvíkjandi aldrinum á kvæði okkara
hava vit einki fast um at halda enn, at tær
elstu uppskriftirnar av tí, t.e. tær donsku,
eru gjørdar í seinnu helvt av 16. øld, men
við tað at munurin millum tær longu tá var
so stórur, at Vedel gav tær út í 1591 sum
tríggjar ymiskar vísur um Rosmer, bendir
hetta á, at kvæðið hevur livað heldur leingi
á manna munni tá. Tað kann tí av nevndum
grundum illa vera yngri enn seinni helming-
ur av 15. øld. Um stýrimaðurin Snorri Fót
í kvæðinum er íslendingurin sum doyði í
1343, og hann er upphavligur í kvæðinum,
skuldi aldurin á kvæðinum kunnað rokkið
aftur til seinnu helvt av 14. øld. Útbreiðsl-
an av kvæði okkara bendir á, at sambandið
millum Føroyar og Noreg hevur verið liv-
andi, tá ið tað var yrkt. Málið í Gongu-
rólvskvæði er mergjað og fornt kappa-
kvæðamál, har tað koma fyri bæði skaldslig
heiti og kenningar, sum Grundtvig og
Liestøl longu hava nevnt dømi um. Eg ditti
mær kortini at nevna eina kenning afturat,
sum kemur fyri í ør. 70 í B-frábrigdinum av
kvæði okkara: Tríati nætur við grunnið
veður, / glymur á hamra høll, / til hann kom
á land so gott / sum sólin roðar í fjøll. -
Eftir sambandinum er hamra høll helst ein
kenning fyri hav, har fyrra orðið er hvørs-
fall í fleirtali av hamar í merkingini ‘hem-
ari‘. Málsliga sæð hoyrir tí kvæðið til tann
eldra ella elsta partin av kappakvæðayrk-
ingum okkara, ið ætlandi er yrktur í 14.
øld.
Um keldu sína sigur kvæðið sjálvt: Ingi-
bjørg hevur os fróðskap kent / at ríma um
reystar dreingir ... (A 1), men eyðvitað er
ikki greitt, hvør henda Ingibjørg hevur
verið, ella í hvørjum líki fróðskapur henn-
ara hevur verið. Hann tykist at hava verið
ein ævintýrkend fornaldarsøga ella eitt
fornaldarsøgukent ævintýr, sum hon
annaðhvørt hevur sagt frá (A 2: frosnir er
helst *frásagnir) ella hevur lisið upp (sbr. B
8: stendur í skræmu langa (...), har skræma
eftir Svabo er »stor Bog, Skindbog«). Tað
vit kenna til frásøgu av ævintýrum her á
landi er úr nýggjari tíð, har heimildarfólk-
ini eftir upplýsingum í FFÆ oftast hava
verið konufólk. - Áhugavert kann tað eis-
ini vera at nevna, at orðið fróðskapur, sum
bara finst í kvæði okkara og er ikki funnið
í fornmálinum, er vorðið støði undir ný-
føroyskari orðagerð sum fróðskaparfelag,
fróðskaparrit og fróðskaparsetur.
Ikki bara úr tekstsjónarmiði, men eisini
úr samtekstsjónarmiði er kvæði okkara
sera áhugavert. Hvussu livandi og viðkom-
andi tað ella evni tess hevur verið fyri fólki
her á landi, skal eg nevna trý dømi um, har
tað fyrsta er upphavssøgnin Sokkur
Svannu, ið ljóðar soleiðis:
Frá sistur Gongu-Rólvs, Svannu, er sagt, at annar
sokkur hennara kom rikin ettir sjónun inn á Sand-
oyri, tætt norðanfiri bigdina í Kvannasundi í
Viðoy. Um henda sokk er eitt gamalt ørindi:
Sokkur Svannu
var alin og átjan spannir.
Hann var av reyðun skarlaki og varð tí gjørdur til
messuakul í Norðuroyakirkju. Hetta var firsti
akul, til Norðuroyggjarnar kom18).
Nú kann hvør, sum vil, av sokkalongdini
meta um fullu støddina á Svannu, men eitt
er víst, at hon — at meta eftir upphavssøgn-
ini — hevur verið hildin at vera eitt trøll-