Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 11

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 11
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN 15 um kappakvæðayrking í norn varðveitt: Hildinakvæði17). Av innihaldinum í kvæði okkara síggja vit, at tað kann valla vera yrkt burtur frá sjónum inni í landinum í Noregi, har seinasta brotið av tí varð upp- skrivað. Viðvíkjandi aldrinum á kvæði okkara hava vit einki fast um at halda enn, at tær elstu uppskriftirnar av tí, t.e. tær donsku, eru gjørdar í seinnu helvt av 16. øld, men við tað at munurin millum tær longu tá var so stórur, at Vedel gav tær út í 1591 sum tríggjar ymiskar vísur um Rosmer, bendir hetta á, at kvæðið hevur livað heldur leingi á manna munni tá. Tað kann tí av nevndum grundum illa vera yngri enn seinni helming- ur av 15. øld. Um stýrimaðurin Snorri Fót í kvæðinum er íslendingurin sum doyði í 1343, og hann er upphavligur í kvæðinum, skuldi aldurin á kvæðinum kunnað rokkið aftur til seinnu helvt av 14. øld. Útbreiðsl- an av kvæði okkara bendir á, at sambandið millum Føroyar og Noreg hevur verið liv- andi, tá ið tað var yrkt. Málið í Gongu- rólvskvæði er mergjað og fornt kappa- kvæðamál, har tað koma fyri bæði skaldslig heiti og kenningar, sum Grundtvig og Liestøl longu hava nevnt dømi um. Eg ditti mær kortini at nevna eina kenning afturat, sum kemur fyri í ør. 70 í B-frábrigdinum av kvæði okkara: Tríati nætur við grunnið veður, / glymur á hamra høll, / til hann kom á land so gott / sum sólin roðar í fjøll. - Eftir sambandinum er hamra høll helst ein kenning fyri hav, har fyrra orðið er hvørs- fall í fleirtali av hamar í merkingini ‘hem- ari‘. Málsliga sæð hoyrir tí kvæðið til tann eldra ella elsta partin av kappakvæðayrk- ingum okkara, ið ætlandi er yrktur í 14. øld. Um keldu sína sigur kvæðið sjálvt: Ingi- bjørg hevur os fróðskap kent / at ríma um reystar dreingir ... (A 1), men eyðvitað er ikki greitt, hvør henda Ingibjørg hevur verið, ella í hvørjum líki fróðskapur henn- ara hevur verið. Hann tykist at hava verið ein ævintýrkend fornaldarsøga ella eitt fornaldarsøgukent ævintýr, sum hon annaðhvørt hevur sagt frá (A 2: frosnir er helst *frásagnir) ella hevur lisið upp (sbr. B 8: stendur í skræmu langa (...), har skræma eftir Svabo er »stor Bog, Skindbog«). Tað vit kenna til frásøgu av ævintýrum her á landi er úr nýggjari tíð, har heimildarfólk- ini eftir upplýsingum í FFÆ oftast hava verið konufólk. - Áhugavert kann tað eis- ini vera at nevna, at orðið fróðskapur, sum bara finst í kvæði okkara og er ikki funnið í fornmálinum, er vorðið støði undir ný- føroyskari orðagerð sum fróðskaparfelag, fróðskaparrit og fróðskaparsetur. Ikki bara úr tekstsjónarmiði, men eisini úr samtekstsjónarmiði er kvæði okkara sera áhugavert. Hvussu livandi og viðkom- andi tað ella evni tess hevur verið fyri fólki her á landi, skal eg nevna trý dømi um, har tað fyrsta er upphavssøgnin Sokkur Svannu, ið ljóðar soleiðis: Frá sistur Gongu-Rólvs, Svannu, er sagt, at annar sokkur hennara kom rikin ettir sjónun inn á Sand- oyri, tætt norðanfiri bigdina í Kvannasundi í Viðoy. Um henda sokk er eitt gamalt ørindi: Sokkur Svannu var alin og átjan spannir. Hann var av reyðun skarlaki og varð tí gjørdur til messuakul í Norðuroyakirkju. Hetta var firsti akul, til Norðuroyggjarnar kom18). Nú kann hvør, sum vil, av sokkalongdini meta um fullu støddina á Svannu, men eitt er víst, at hon — at meta eftir upphavssøgn- ini — hevur verið hildin at vera eitt trøll-
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.