Fróðskaparrit - 01.01.1987, Side 17
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN
21
vanvirðing: »Hvaðan er hatta av landi
skotið, sum ikki trýr, at Hábarð hevur
livað.« - Tað var týðuligt, at hetta svarið
frøddi Janus bæði sum skald og langabba-
son Sjóvarbóndans.
Fara vit longri aftur í tíðina, eitt nú sein-
miðøld, tá ið elstu kappakvæði okkara ætl-
ast at vera yrkt, hava vit tíverri ongar sam-
tekstir, sum kunnu siga okkum beinleiðis,
hvussu fólk tá hava mett markið millum
skaldskap og veruleika í slíkum yrkingum.
Hinvegin er tað ikki óhugsandi, at svarið
upp á henda spurning kann óbeinleiðis
finnast í samtekstum, ið eru varðveittir til
norrønar fornaldarsøgur, ið kappakvæði
okkara eru so nær skyld við viðvíkjandi
evni, stíli og anda. Ein áhugaverdan slíkan
samtekst hava vit soleiðis frá Sverra kongi,
ið livdi 1150-1202 og var sum kunnugt upp-
vaksin í Føroyum. Einaferð hann sum
kongur í Noregi hoyrdi fornaldarsøguna
um Hrómund Gripsson, skuldi hann siga:
at slíkar lygisøgur vóru stuttligastar, men at
tað kortini vóru fólk, ið kundu føra ætt sína
aftur til Hrómund Gripsson. Av hesum
svari skilja vit, at tó at Sverri sjálvur metti
fornaldarsøgur fyrst og fremst sum
skaldskap, var honum greitt, at tað vóru
onnur fólk í hansara samtíð, sum mettu
hetjuna í søguni at vera ein sannsøguligan
persón. Eitt annað áhugavert dømi finna
vit í formælinum til ta íslendsku fornaldar-
søguna um Gpngu-Hrólf, ið ljóðar soleiðis
í føroyskari týðing:
Mangar frásagnir hava menn sett saman
monnum til skemtanar, summar eftir forn-
bókum ella fróðum monnum og stundum
eftir fornum bókum, sum í fyrstuni hava
verið skrivaðar í stuttum máli, men sum
síðan meiri hevur verið lagt aftrat, tí alt
hevur ikki verið sagt, sum hent hevur.
Verða menn javnan ymsir á máli, tí at tað
er ofta, at ein sær og hoyrir og annar ikki,
tó at teir eru við sama tilburð staddir. Tað
er eisini náttúran hjá mongum fávitskutum
monnum, at teir trúgva einans tí, sum teir
síggja við sínum eygum og hoyra við sínum
oyrum, men at teimum tykir at vera fjarlagt
síni náttúru, slíkt sum hevur verið um vitra
manna ráðagerðir ella miklan alv ella frá-
líkan fimleika hjá reystmonnum og ikki
síðst um kunstur og miklan gandamátt, tá
ið teir ristu móti summum æviliga óeydnu
ella deyða og summum veraldar virðing, fæ
og heiður. Teir østu stundum frumkreftir,
men stiltu tær stundum, so sum Óðin ella
aðrir, ið av honum lærdu galdurlistir ella
læknakynstur. Tað finst har eisini dømi
um, at summir menn hava havt røring av
innblástri frá óreinum anda, so sum Oy-
vindur kinnriva í Ólavs søgu Trygvasonar
ella Einar skarvur ella Froyur, ið Gunnar
helmingur drap í Svíaríki. Nú verður
hvørki hetta ella annað gjørt øllum til
vildar, tí at ongum tørvar at leggja trúnað á
slíkt, meira enn hóskiligt tykir. Tað er eisini
best og fródligast at lýða á, meðan frá
verður sagt, og heldur at gera sær gleði av
tí enn harm, tí at vanligt er, at maður hugs-
ar ikki um aðrar syndugar lutir, meðan
hann gleðist av skemtanini. Tað sømir
heldur ikki væl teimum, ið hjá eru, at lasta,
tó at ófródliga ella ómjúkliga er tikið til
orða, tí at fátt verður fullvandaliga gjørt,
tað ið ikki meira um varðar enn slíkir lutir.
Tilvísingar
1. Svabos færøske Visehándskrifter, útg. Chr.
Matras, Kmh. 1939, bls. 494.
2. Jóhannes í Króki: Sandoyarbók I, útg. R. Long,
Tórshavn 1968, bls. 145.