Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 17

Fróðskaparrit - 01.01.1987, Page 17
EG HAVI VERIÐ VIÐ HAVSINS BOTN 21 vanvirðing: »Hvaðan er hatta av landi skotið, sum ikki trýr, at Hábarð hevur livað.« - Tað var týðuligt, at hetta svarið frøddi Janus bæði sum skald og langabba- son Sjóvarbóndans. Fara vit longri aftur í tíðina, eitt nú sein- miðøld, tá ið elstu kappakvæði okkara ætl- ast at vera yrkt, hava vit tíverri ongar sam- tekstir, sum kunnu siga okkum beinleiðis, hvussu fólk tá hava mett markið millum skaldskap og veruleika í slíkum yrkingum. Hinvegin er tað ikki óhugsandi, at svarið upp á henda spurning kann óbeinleiðis finnast í samtekstum, ið eru varðveittir til norrønar fornaldarsøgur, ið kappakvæði okkara eru so nær skyld við viðvíkjandi evni, stíli og anda. Ein áhugaverdan slíkan samtekst hava vit soleiðis frá Sverra kongi, ið livdi 1150-1202 og var sum kunnugt upp- vaksin í Føroyum. Einaferð hann sum kongur í Noregi hoyrdi fornaldarsøguna um Hrómund Gripsson, skuldi hann siga: at slíkar lygisøgur vóru stuttligastar, men at tað kortini vóru fólk, ið kundu føra ætt sína aftur til Hrómund Gripsson. Av hesum svari skilja vit, at tó at Sverri sjálvur metti fornaldarsøgur fyrst og fremst sum skaldskap, var honum greitt, at tað vóru onnur fólk í hansara samtíð, sum mettu hetjuna í søguni at vera ein sannsøguligan persón. Eitt annað áhugavert dømi finna vit í formælinum til ta íslendsku fornaldar- søguna um Gpngu-Hrólf, ið ljóðar soleiðis í føroyskari týðing: Mangar frásagnir hava menn sett saman monnum til skemtanar, summar eftir forn- bókum ella fróðum monnum og stundum eftir fornum bókum, sum í fyrstuni hava verið skrivaðar í stuttum máli, men sum síðan meiri hevur verið lagt aftrat, tí alt hevur ikki verið sagt, sum hent hevur. Verða menn javnan ymsir á máli, tí at tað er ofta, at ein sær og hoyrir og annar ikki, tó at teir eru við sama tilburð staddir. Tað er eisini náttúran hjá mongum fávitskutum monnum, at teir trúgva einans tí, sum teir síggja við sínum eygum og hoyra við sínum oyrum, men at teimum tykir at vera fjarlagt síni náttúru, slíkt sum hevur verið um vitra manna ráðagerðir ella miklan alv ella frá- líkan fimleika hjá reystmonnum og ikki síðst um kunstur og miklan gandamátt, tá ið teir ristu móti summum æviliga óeydnu ella deyða og summum veraldar virðing, fæ og heiður. Teir østu stundum frumkreftir, men stiltu tær stundum, so sum Óðin ella aðrir, ið av honum lærdu galdurlistir ella læknakynstur. Tað finst har eisini dømi um, at summir menn hava havt røring av innblástri frá óreinum anda, so sum Oy- vindur kinnriva í Ólavs søgu Trygvasonar ella Einar skarvur ella Froyur, ið Gunnar helmingur drap í Svíaríki. Nú verður hvørki hetta ella annað gjørt øllum til vildar, tí at ongum tørvar at leggja trúnað á slíkt, meira enn hóskiligt tykir. Tað er eisini best og fródligast at lýða á, meðan frá verður sagt, og heldur at gera sær gleði av tí enn harm, tí at vanligt er, at maður hugs- ar ikki um aðrar syndugar lutir, meðan hann gleðist av skemtanini. Tað sømir heldur ikki væl teimum, ið hjá eru, at lasta, tó at ófródliga ella ómjúkliga er tikið til orða, tí at fátt verður fullvandaliga gjørt, tað ið ikki meira um varðar enn slíkir lutir. Tilvísingar 1. Svabos færøske Visehándskrifter, útg. Chr. Matras, Kmh. 1939, bls. 494. 2. Jóhannes í Króki: Sandoyarbók I, útg. R. Long, Tórshavn 1968, bls. 145.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.