Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 7
HEROISM AND INCEST IN THE BALLAD OF GONGU ROLVUR
11
Okkara hetja Gongu Rólvur fær fleiri
royndir, sum hann stendur. Tær fyrstu skula
prógva hansara óføru styrki og treystleika.
Hesin heilt ungi maðurin er tann einasti,
sum í ódnarveðrinunr megnar at stýra skút-
uni til lands. At Rólvur er heilt ungur skilst
av orðingi í kvæðnum. I trimum uppskrift-
um verður sagt, at faðir hansara leiddi hann
oman til skipið: har kom fram ein gamal
maður við ungum soni í hand. (A ø. 14,
sbr.: C ø. 19 og F ø. 18). í hinum uppskrift-
unum verður sagt fleiri ferðir, at hann er
heilt ungur.
Komnir at landi í Trøllabotnum stendur
risi fyri teimum, ið beinir fyri allari mann-
ingini uttan Rólvi og brøðrunum við teim-
um merkingartungu nøvnunum. Motivið er
lítið útgreinað, og einki verður sagt um,
hvussu teir fáa bjargað sær. Uttan teir taka
ein dýran gullskatt við sær, ið ikki er
nevndur áður, og fara til gongu. Leiðin
gongur um ein ísjøkul, har báðir brøðurnir
hvør eftir annan leggjast fyri eftir gongu í
frosti og myrkri fyrst í átta og so átta dagar
afturat. Gongu Rólvur tekur byrðar teirra
og gongur uppaftur í átjan dagar, til hann
sær ljós. Tá grevur hann gull sítt í fjallið.
Hann er illa fyri av møði og kulda og hevur
einki í at velja enn at ganga eftir ljósinum:
A 46: Tí svaraði Gongu Rólvur:
»Úti má ikki standa,
hvørt her búgva trøll ella fólk,
eg fari her inn at ganga.«
Hetta er funktión nummar 15 hjá Propp.
Tað er, at hetjan á ein ella annan hátt kemur
fram til staðið, har hann skal loysa sína
uppgávu.
Rólvur hevur higartil prógvað síni
kappaevni við óvanligari styrki og treyst-
leika, men hetta er ikki nóg mikið til at
greiða heimangerðina. Hann hevur ikki hitt
donor enn, ið kann veita honum ta endaligu
hjálpina, honum tørvar. Avgerandi hjálpina
fær Rólvur í risahellinum, og donor er eing-
in annar enn Hilda, kvinnan hjá risanum, ið
vísir seg at vera systir hansara. Hon dugir
snildir, har hann hevur styrki, og við henn-
ara snildum vinna tey saman á risanum.
Prógv um hennara snildir fáa vit beinan-
vegin. Hon óttast fyri, hvat risin skal finna
uppá, tá hann kemur heim og finnur Rólv,
so hon klæðir hann í skinn og fjalir hann í
eini urð í hellinum. Hetta ger hon rætt. Tá
ið risin kemur heim, sigur hann henni frá
tilburðinum við skipinum og manningini,
hann hevur beint fyri, men at Rólvur slapp
undan, og at hann hevur leitað eftir honum
síðani. Nú heldur hann seg tevja, at kristið
fólk hevur verið í hellinum. Hilda sigur
honum, at bróðir hennara er komin, og við
listum fær hon risan at lova ikki at gera
dreinginum mein. Rólvur fjalir sítt sanna
lyndi og síni mansevni og letst, sum hann er
bara eitt bam, og á tann hátt fær hann frið
fyri risanum.
Uppgávan loyst (funktión 16, 18 og 19)
Hetta er avgerandi staðið í øllum ævintýr-
um. Propp greinir henda partin í trimum
funktiónum:
fl6: í hornatøkum við fíggindan.
f 18: Sigur. Vunnið er á fíggindanum
f 19: Upprunaligi skaðin verður bøttur
Tá ið Rólvur hevur verið 7 ár í risahellin-