Fróðskaparrit - 01.01.2001, Síða 7

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Síða 7
HEROISM AND INCEST IN THE BALLAD OF GONGU ROLVUR 11 Okkara hetja Gongu Rólvur fær fleiri royndir, sum hann stendur. Tær fyrstu skula prógva hansara óføru styrki og treystleika. Hesin heilt ungi maðurin er tann einasti, sum í ódnarveðrinunr megnar at stýra skút- uni til lands. At Rólvur er heilt ungur skilst av orðingi í kvæðnum. I trimum uppskrift- um verður sagt, at faðir hansara leiddi hann oman til skipið: har kom fram ein gamal maður við ungum soni í hand. (A ø. 14, sbr.: C ø. 19 og F ø. 18). í hinum uppskrift- unum verður sagt fleiri ferðir, at hann er heilt ungur. Komnir at landi í Trøllabotnum stendur risi fyri teimum, ið beinir fyri allari mann- ingini uttan Rólvi og brøðrunum við teim- um merkingartungu nøvnunum. Motivið er lítið útgreinað, og einki verður sagt um, hvussu teir fáa bjargað sær. Uttan teir taka ein dýran gullskatt við sær, ið ikki er nevndur áður, og fara til gongu. Leiðin gongur um ein ísjøkul, har báðir brøðurnir hvør eftir annan leggjast fyri eftir gongu í frosti og myrkri fyrst í átta og so átta dagar afturat. Gongu Rólvur tekur byrðar teirra og gongur uppaftur í átjan dagar, til hann sær ljós. Tá grevur hann gull sítt í fjallið. Hann er illa fyri av møði og kulda og hevur einki í at velja enn at ganga eftir ljósinum: A 46: Tí svaraði Gongu Rólvur: »Úti má ikki standa, hvørt her búgva trøll ella fólk, eg fari her inn at ganga.« Hetta er funktión nummar 15 hjá Propp. Tað er, at hetjan á ein ella annan hátt kemur fram til staðið, har hann skal loysa sína uppgávu. Rólvur hevur higartil prógvað síni kappaevni við óvanligari styrki og treyst- leika, men hetta er ikki nóg mikið til at greiða heimangerðina. Hann hevur ikki hitt donor enn, ið kann veita honum ta endaligu hjálpina, honum tørvar. Avgerandi hjálpina fær Rólvur í risahellinum, og donor er eing- in annar enn Hilda, kvinnan hjá risanum, ið vísir seg at vera systir hansara. Hon dugir snildir, har hann hevur styrki, og við henn- ara snildum vinna tey saman á risanum. Prógv um hennara snildir fáa vit beinan- vegin. Hon óttast fyri, hvat risin skal finna uppá, tá hann kemur heim og finnur Rólv, so hon klæðir hann í skinn og fjalir hann í eini urð í hellinum. Hetta ger hon rætt. Tá ið risin kemur heim, sigur hann henni frá tilburðinum við skipinum og manningini, hann hevur beint fyri, men at Rólvur slapp undan, og at hann hevur leitað eftir honum síðani. Nú heldur hann seg tevja, at kristið fólk hevur verið í hellinum. Hilda sigur honum, at bróðir hennara er komin, og við listum fær hon risan at lova ikki at gera dreinginum mein. Rólvur fjalir sítt sanna lyndi og síni mansevni og letst, sum hann er bara eitt bam, og á tann hátt fær hann frið fyri risanum. Uppgávan loyst (funktión 16, 18 og 19) Hetta er avgerandi staðið í øllum ævintýr- um. Propp greinir henda partin í trimum funktiónum: fl6: í hornatøkum við fíggindan. f 18: Sigur. Vunnið er á fíggindanum f 19: Upprunaligi skaðin verður bøttur Tá ið Rólvur hevur verið 7 ár í risahellin-
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122
Síða 123
Síða 124
Síða 125
Síða 126
Síða 127
Síða 128
Síða 129
Síða 130
Síða 131
Síða 132
Síða 133
Síða 134
Síða 135
Síða 136
Síða 137
Síða 138
Síða 139
Síða 140
Síða 141
Síða 142
Síða 143
Síða 144
Síða 145
Síða 146
Síða 147
Síða 148
Síða 149
Síða 150
Síða 151
Síða 152
Síða 153
Síða 154
Síða 155
Síða 156
Síða 157
Síða 158
Síða 159
Síða 160

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.