Fróðskaparrit - 01.01.2001, Qupperneq 10
14
•HVØR SUM í MÍNIFÓTSPOR STÍGUR, LÆRIKKI ALLAN STUND!
Um vit halda okkum til eitt viðkom-
andi landaøki, hvat ævintýratraditión og
-gransking viðvíkur, kann tað vera alt økið
frá Sibiria, har Propp tók sítt empiriska
granskingartilfar, til Vestureuropa, har vís-
undaliga ævintýragranskingin varð til, og
serliga á hvørs søgur teir fyrstu og stóru
ævintýratolkaramir (Freud og hansara eft-
irfylgjarar) bygdu sínar áskoðanir. Eitt
sindur óstortsliga sagt ber til at mótmæla tí
fatan, at eitt felags tolkingargrundarlag fyri
ævintýr kann skapast í einum so stórum og
mentanarliga margbroyttum øki við at vísa
á, at ólíkskapurin í mentan yvirhøvur er
nógv størri enn líkskapurin í ævintýratradi-
tión. Hetta sjónarmið hevði við fullum rætti
kunnað verið tikið fram, eisini um økið
varð avmarkað til bara europeiska mentan-
arøkið, og hevur serliga verið frammi í at-
finningum at psykoanalytisku ævintýrafat-
anini. Tað skal sigast, at undangongumað-
urin Freud ikki gjørdi so ógvuliga nógv
burtur úr ævintýratolking í sær sjálvum
(hann gjørdi m.a. vart við, at tey symbol,
hann nýtti í síni dreymatýðing, eru tey
somu sum í ævintýrum), men hann vegaði
um eitt rákamót, har eftirfylgjarar og lær-
lingar hansara eru komnir kropp á kroppi.
Heldur tilvildarliga kann eg nevna Otto
Rank, Carl Gustav Jung, Erich Fromm,
Bruno Bettelheim og ein sera týðandi
granskara úr seinnu helvt av 20. øld Onnu
Mariu von Franz. Hesar atfinningar kunnu
møtast við einum almennum páhaldi: tá ið
vit finna tey somu ævintýrini søgd á sama
hátt fyri vestan í Portugal og gæliskum ír-
landi og fyri eystan á mongum málum í
Sibiria, á sámiskum málum fyri norðan og
grikskum og forngrikskum fyri sunnan og
allastaðni harímillum, ber ikki annað til enn
at halda, at her er nakað, ið ger tað møguligt
at greina søgurnar á einum felags galdandi
grundarlagi.
Ein annar og kanska meira viðkomandi
spurningur er, hvat slag av tolking, vit tosa
um. Er einhvør roynd at tolka einki annað
enn at leggja í søgumar nakað, ið einans
finst í huganum á tí, ið tolkar, ella finst ein
duldur sannleiki í søgunum, ið tolkarin skal
»avdúka«. Sjálvur eri eg heilt ivaleysur í, at
í ævintýrunum eru nakrar alment galdandi
kotur, ið frásøgufólkini og partar av áhoyr-
amnum hava skilt, so leingi ævintýr vóru
livandi traditión.
Og lat okkum so koma til sjálva tolking-
ina. Holbek byggir sín tolkingarfrymil
á...«the premise that symbolic elements (í
ævintýrunum. Mín viðmerking.) refer to
features of the real world as experienced by
their storytellers and their audience«, og
skrivar víðari: »The symbolic elements of
fairy tales convey emotional impressions of
beings, phenomena and events in the real
world, organized in the form of fictional
narrative sequences which allow the narra-
tor to speak of the problems, hopes and
ideas of the community.« (s. 435). Við
»emotional impressions« meinar Holbek
kensluligar afturgevingar av viðurskiftum
og fyribrigdum í umhvørvinum ella samfe-
lagnum hjá tí, ið sigur frá. Hesar kensluligu
afturgevingar (metingar) verða fluttar og
umgjørdar til symbol í ævintýrunum eftir
ávísum reglum og hættum. Hann nevnir
fleiri, men eg skal her bara taka teir fram, ið
hava týdning fyri okkara greining.
Ein av hesum reglum er hugtakið klúgv-
ing, ið er serliga áhugavert fyri okkara æv-