Fróðskaparrit - 01.01.2001, Side 14
18
•HVØR SUM í MÍNIFÓTSPOR STÍGUR, LÆR IKKIALLAN STUND!«
146 Tá svaraði Ólavur kongur
alt fyri uttan ekka:
»Um enn tú livir annað slíkt,
eg gevi tær kost og drekka.«
147 »Eg havi livað í tungan heim,
av trøllum eri eg trongdur,
heinta mær prest at skrifta mær,
eg vil ikki liva longur.«
148 Tað var signaður Ólavur kongur
letur so aftur svara:
»Um enn tú livir annað slíkt,
eg gevi tær kost og klæði.«
149 »Eg havi míni systur sovið
og barn við henni fanga,
eg giti ei í hesum lívi
liva alt ov leingi.«
150 Skírdu teir tann unga Rólv
bamið tað hitt fríða,
tá hann kom úr funti upp,
tá læt Rólvur lív.
151 Tí var hann kallaður Gongu Rólvur,
eingin hestur hann bar,
kinnin var reyð sum hummarklógv,
tá sólin roðar í kav.
Cb uppskriftin hevur longstu frásøgnina
um hesa hending, og tað er bara í henni, at
Rólvur sigur frá, at hann er faðir at bamin-
um hjá systrini. I A, B, C og F sigur hann
bert, at hann hevur lagt ást við systur sína
og tí ikki kann liva longur. IAogB sigur
hann frá ástartilburðinum við at ørindið, ið
sigur frá, tá hetta hendi, verður endurtikið:
A 120 Seks vetur var eg í Trøllabotnum
í tann risans ranni,
inntil tann hin sjeynda
tá legði eg ást við Svannu.
í C og F verður hetta sagt í einum nýggjum
ørindi:
C 97 Seks vetur var eg í risans høll,
vil eg fyri tygum greina,
har hevði eg mítt giftarmál
við míni systur ein.
Sama ørindi finst í Fa. I Ca verður síðani
hitt kenda ørindið óbroytt lagt aftur at. Her
verður sostatt dentur lagdur á, hvussu tætt
sambandið var millum systkini.
Heild og leys motiv
Við at lesa teir granskarar, ið áður hava
skrivað um Gongu Rólvs kvæði, fæst
myndin av einum tilvildarliga og leyst sam-
ansettum kvæði, ið sumpart byggir á eina
upprunaliga yrking ella søgu, sum seinni er
vorðin »órógvað« av yngri innkomnum til-
fari. Hetta er ein neyðug fylgja av vísinda-
ligu stevnuni í 19. og fyrra parti av 20. øld,
ið hevði sum mið at finna aldur og uppruna
til kvæðini og annan munnbornan skald-
skap. Granskararnir hava roynt út frá yms-
um eyðkennum og drøgum í kvæðnum at
finna upprunan og har við aldurin. Tað
kemur tí næstan av sær sjálvum, at kvæðið
granskingarliga verður liðað sundur, og tá
síðani víst verður á, at partarnir av kvæðn-
um kunna hava heilt ymiskan landafrøði-
ligan uppruna, og ymisk drøg stava úr heilt
ymsum tíðarskeiðum. verður ringt at seta
tað saman aftur í eina logiska og skaldsliga