Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 14

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 14
18 •HVØR SUM í MÍNIFÓTSPOR STÍGUR, LÆR IKKIALLAN STUND!« 146 Tá svaraði Ólavur kongur alt fyri uttan ekka: »Um enn tú livir annað slíkt, eg gevi tær kost og drekka.« 147 »Eg havi livað í tungan heim, av trøllum eri eg trongdur, heinta mær prest at skrifta mær, eg vil ikki liva longur.« 148 Tað var signaður Ólavur kongur letur so aftur svara: »Um enn tú livir annað slíkt, eg gevi tær kost og klæði.« 149 »Eg havi míni systur sovið og barn við henni fanga, eg giti ei í hesum lívi liva alt ov leingi.« 150 Skírdu teir tann unga Rólv bamið tað hitt fríða, tá hann kom úr funti upp, tá læt Rólvur lív. 151 Tí var hann kallaður Gongu Rólvur, eingin hestur hann bar, kinnin var reyð sum hummarklógv, tá sólin roðar í kav. Cb uppskriftin hevur longstu frásøgnina um hesa hending, og tað er bara í henni, at Rólvur sigur frá, at hann er faðir at bamin- um hjá systrini. I A, B, C og F sigur hann bert, at hann hevur lagt ást við systur sína og tí ikki kann liva longur. IAogB sigur hann frá ástartilburðinum við at ørindið, ið sigur frá, tá hetta hendi, verður endurtikið: A 120 Seks vetur var eg í Trøllabotnum í tann risans ranni, inntil tann hin sjeynda tá legði eg ást við Svannu. í C og F verður hetta sagt í einum nýggjum ørindi: C 97 Seks vetur var eg í risans høll, vil eg fyri tygum greina, har hevði eg mítt giftarmál við míni systur ein. Sama ørindi finst í Fa. I Ca verður síðani hitt kenda ørindið óbroytt lagt aftur at. Her verður sostatt dentur lagdur á, hvussu tætt sambandið var millum systkini. Heild og leys motiv Við at lesa teir granskarar, ið áður hava skrivað um Gongu Rólvs kvæði, fæst myndin av einum tilvildarliga og leyst sam- ansettum kvæði, ið sumpart byggir á eina upprunaliga yrking ella søgu, sum seinni er vorðin »órógvað« av yngri innkomnum til- fari. Hetta er ein neyðug fylgja av vísinda- ligu stevnuni í 19. og fyrra parti av 20. øld, ið hevði sum mið at finna aldur og uppruna til kvæðini og annan munnbornan skald- skap. Granskararnir hava roynt út frá yms- um eyðkennum og drøgum í kvæðnum at finna upprunan og har við aldurin. Tað kemur tí næstan av sær sjálvum, at kvæðið granskingarliga verður liðað sundur, og tá síðani víst verður á, at partarnir av kvæðn- um kunna hava heilt ymiskan landafrøði- ligan uppruna, og ymisk drøg stava úr heilt ymsum tíðarskeiðum. verður ringt at seta tað saman aftur í eina logiska og skaldsliga
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.