Fróðskaparrit - 01.01.2001, Side 16
20
•HVØR SUM í MÍNIFÓTSPOR STÍGUR, LÆR IKKI ALLAN STUND!«
mansnavn í føroyskum. Orðið merkir mási,
og finst á føroyskum í niðurlagnum “Fuglin
í fjøruni, hann eitur má”, har r í endanum er
burturdottið, kanska tí orðið við tíðini ikki
hevur skilst á føroyskum. Ein tanki kann
vera, at føroyingar hava skilt hetta sum orð-
ið mágur við tilsiping til kynsliga ágangin
og tað skeiva seksuella sambandið millum
faðir og børn. Møguleikin er har, og her fer
hvør at ráða sær.
Illgerðssteinur og Odnarbjørn
Hilda/Svanna og faðirin eru tað, ið Propp
kallar »tale roles«, t.e. fastir leikarar í øllum
gandaævintýrum. Brøðumir Illgerðssteinur
og Odnarbjørn eru »characters«, t.e. per-
sónar, ið hoyra til í tí einstaka ævintýrinum
og ongan fastan leiklut hava. í tí ytru
kappasøguni hava teir í grundini ongan
veruligan leiklut. Teir eru statistar, ið gam-
an í byggja skipið og standa fyri siglings-
ferðini, men hava einki sjálvstøðugt at gera
sum persónar. Kvæði, sagnir og ævintýr
nevna ikki persónar, ið einki hava at siga
fyri menningina í søguni. Onkur fá undan-
tøk eru, har persónar av hesum slag fáa
eyðkennandi nevni, ið siga nakað um teirra
eginleikar í mun til tað, teir gera.
Illgerðssteinur og Ódnarbjørn eru per-
sónar av hesum slag, ið verða nevndir eftir
sínum eginleikum, men nevnini sipa til
undirsøguna, til lívið hjá Gongu Rólvi und-
ir harðræði pápans. Hetta er, um vit góð-
taka, at sjóferðin og ferðin um jøkulin eru
ein ímynding av viðurskiftunum hjá tí kúg-
aða dronginum, tí sváru neyð, hann er kom-
in í, og stríði hansara fyi at sleppa fríur.
Brøðurnir, ið byggja skipið og harvið
gera tað møguligt at sigla til Trøllabotnar,
hava harvið eisini eina partvísa donorfunk-
tión, men ikki fulla.
Ódnarlýsingin
Lýsingin av sjóferðini hevur sterkar og
hugtakandi myndir av ódnarveðri:
A 17 Tá var veður á sjónum hart,
Rólvur setst við stýrið,
vundu segl í húnar hátt,
og fram gekk knørrurin dýri.
A 18 Tá var veður á sjónum hart,
sveinar halda í hand,
Island var sum fuglur at sjá,
aldan fjalir land.
A 19 Vindur kom av rustum niður,
tað brakar í súðum hátt,
seggur seg við grunni veður
bæði dag og nátt.
A 20 Báran brýtur, Island trýtur,
hurrar í hvørjum streingi,
aldan breyt í bæði borð,
allvæl dugdu dreingir.
A21 Tá var veður á sjónum hart,
ódnin mátti kallast,
so stýrir hann Gongu Rólvur,
at hvørgum borði halla.
A 22 Fingu ein so stóran sjógv,
Rólvur stóð við stýrið,
aldan breyt í umborða hátt,
tá bliknaðu dreingir dýrir.
A 23 Fingu ein so stóran sjógv,
øllum tókti undur,