Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 16

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 16
20 •HVØR SUM í MÍNIFÓTSPOR STÍGUR, LÆR IKKI ALLAN STUND!« mansnavn í føroyskum. Orðið merkir mási, og finst á føroyskum í niðurlagnum “Fuglin í fjøruni, hann eitur má”, har r í endanum er burturdottið, kanska tí orðið við tíðini ikki hevur skilst á føroyskum. Ein tanki kann vera, at føroyingar hava skilt hetta sum orð- ið mágur við tilsiping til kynsliga ágangin og tað skeiva seksuella sambandið millum faðir og børn. Møguleikin er har, og her fer hvør at ráða sær. Illgerðssteinur og Odnarbjørn Hilda/Svanna og faðirin eru tað, ið Propp kallar »tale roles«, t.e. fastir leikarar í øllum gandaævintýrum. Brøðumir Illgerðssteinur og Odnarbjørn eru »characters«, t.e. per- sónar, ið hoyra til í tí einstaka ævintýrinum og ongan fastan leiklut hava. í tí ytru kappasøguni hava teir í grundini ongan veruligan leiklut. Teir eru statistar, ið gam- an í byggja skipið og standa fyri siglings- ferðini, men hava einki sjálvstøðugt at gera sum persónar. Kvæði, sagnir og ævintýr nevna ikki persónar, ið einki hava at siga fyri menningina í søguni. Onkur fá undan- tøk eru, har persónar av hesum slag fáa eyðkennandi nevni, ið siga nakað um teirra eginleikar í mun til tað, teir gera. Illgerðssteinur og Ódnarbjørn eru per- sónar av hesum slag, ið verða nevndir eftir sínum eginleikum, men nevnini sipa til undirsøguna, til lívið hjá Gongu Rólvi und- ir harðræði pápans. Hetta er, um vit góð- taka, at sjóferðin og ferðin um jøkulin eru ein ímynding av viðurskiftunum hjá tí kúg- aða dronginum, tí sváru neyð, hann er kom- in í, og stríði hansara fyi at sleppa fríur. Brøðurnir, ið byggja skipið og harvið gera tað møguligt at sigla til Trøllabotnar, hava harvið eisini eina partvísa donorfunk- tión, men ikki fulla. Ódnarlýsingin Lýsingin av sjóferðini hevur sterkar og hugtakandi myndir av ódnarveðri: A 17 Tá var veður á sjónum hart, Rólvur setst við stýrið, vundu segl í húnar hátt, og fram gekk knørrurin dýri. A 18 Tá var veður á sjónum hart, sveinar halda í hand, Island var sum fuglur at sjá, aldan fjalir land. A 19 Vindur kom av rustum niður, tað brakar í súðum hátt, seggur seg við grunni veður bæði dag og nátt. A 20 Báran brýtur, Island trýtur, hurrar í hvørjum streingi, aldan breyt í bæði borð, allvæl dugdu dreingir. A21 Tá var veður á sjónum hart, ódnin mátti kallast, so stýrir hann Gongu Rólvur, at hvørgum borði halla. A 22 Fingu ein so stóran sjógv, Rólvur stóð við stýrið, aldan breyt í umborða hátt, tá bliknaðu dreingir dýrir. A 23 Fingu ein so stóran sjógv, øllum tókti undur,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.