Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 18

Fróðskaparrit - 01.01.2001, Page 18
22 •HVØR SUM í MÍNI FÓTSPOR STÍGUR, LÆR IKKI ALLAN STUND!« A 97 Summar vildu slíta hans hár, og summar fyri bakkan kasta, uttan frúgvin Lindinmjáv, hon bað ikki Rólv so lasta. (Fleiri ørindi í øllum frábrigdum) Angur og tár Kanska er ein kensla í pápanum, at hann ikki hevur borið seg rætt at, og hon kemur fram í orðum hansara, tá hann setir sonin upp á Moyggjaland: A 85 “Eg havi ført teg á land so gott, aftur ljóti eg venda, kvendi teg við ástum leiða, lukku man teg henda.” A 86 Eg havi ført teg á land so gott, tú sært sól og mána, eg bjóði teg fyri sannan Gud, tú nevn ikki jomfrú Svannu.” Hann kennir sínar misgerðir, men um hann veruliga er harmur.um hetta, kann ein loyva sær at ivast í, tá kvæðayrkjarin heldur so- leiðis fram: A 88 So runnu tár av risans kinn sum høgl av hvøssum æli. Fremst í huga hansara er, at einki frættist um viðurskifti hansara við dóttrina. Bein av kristnum manni Eisini samrøðan í hellinum, tá Rosmar kemur aftur og fær illgruna til Hildu, skilst í undirsøguhøpinum. Hetta er eitt vælkent ævintýramotiv. Rosmar sigur: B 55 Eg gangi ei so út og inn, tað rýkur av beiskum ranni, tað er í mítt helli komið, bein úr kristnum manni. B 56 Eg gangi ei so út og inn, tað rýkur av beiskum brondum, Hilda hevur tú krásir veitt, tí greið tær snart av hondum. Til hetta svarar Hilda: B 57 Eg man ongar krásir vita, heima siti eg ein, kráka fleyg yvir ljóara í dag, hon feldi mannabein. B 58 Krákan fleyg yvir ljóara í dag við mannabein í munni, hon kastaði inn, eg kastaði út, tað snarasta, sum eg kundi.” Gandaævintýrini eru biografiskar frásagnir. Tey siga frá einum týdningarmiklum skeiði í lívinum. Tey enda vanliga við giftarmáli, sum merkir, at persónarnir eru bøm, tá søg- an byrjar, og at teir nú eru vaksnir. Allar hendingarnar frá tí, at Rólvur verður sendur heimanífrá, eiga at skiljast sum ein drúgv tilgongd, har Rólvur veksur til mans og so við og við setir seg upp í móti faðirinum. Tá jøkulsgongan er av, er Rólvur vorðin so mikið stórur ella vaksin, at faðirin fær ill- gruna um, at hann kann missa ræðið á son- inum. At Rólvur í søguni veksur frá smá- drongi, ið faðirin leiðir, til vaksnan mann er eisini greitt við tí ólukkuliga erotiska úrslit- inum. Og hetta er tað, sum skapar hending- arnar í kvæðnum. Pápin sær tað sjálvandi
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.