Fróðskaparrit - 01.01.2001, Síða 141
NÝTT INNAN VÍSINDI 2000
145
Hon brúkar eitt gamalt episkt motiv, men
roynir seg afturfyri við øðrvísi frásagnar-
sniðum. Hon heldur seg nærri vanliga
býtinum millum fyrsta- og triðjapersóns-
frásøgn og blandar ikki diskursarnar sarnan
sum listafólkaskaldsøgan hjá Jens Paula
Heinesen. Harafturat er ein sálarfrøðilig
“case study” skoytt uppí, sum ger eina sál-
arfrøðiliga teori til millumtekst.
Tarnet ved verdens ende sigur tvær søg-
ur, eina um høvundin sum smádrong og
eina um høvundin, meðan hann skrivar
bókina. Aferð inn í eina óendaliga søgu er
við atliti at søgugongd sera traditionell,
hon leggur fyri við byrjanini og heldur
fram til endan í høvuðusheitum í beinum
tíðarrað, men øll søgan snýr seg um at
koma fram at skrivingini - um at fáa sett á
tað avgerandi høvuðsverkið. Formliga
sleppir A ferð inn í eina óendaliga søgu
traditionellum frásagnarhátti, sum lítur á,
at sálarfrøðilig sannlíkindi hava ein týðandi
leiklut, og setur í staðin saman innan- og
uttansøguligt frásøgufólk, skiftandi innan-
fokalisering hvørt um annað og saman.
Lívsins summar lýsir eitt barn í avmark-
aða tíð og hevur tí lutvíst sama slag av
søgugongd sum Tarnet ved verdens ende.
Men í Lívsins sumri stendur listfrøðiliga
evnið ikki á sama hátt í miðdeplinum, tí at
tilkomna, skrivandi listafólkið er ikki hjást-
att í søgugongdini sum í skaldsøguni hjá
Williami Heinesen. Lívsins summar er ein-
asta skaldsøgan, sum viðger spurningin,
um konufólk kunnu vera listafólk.
... hvørt við sínar náðir er vanligasta
skaldsøgan í úrvalinum, men hon er list-
frøðiliga áhugaverd, tí at hon setur kvæð-
ayrkingini fyrst í 19. øld ein nútíðarligan
there are actually several stories, one epic
and one metapoetical, in addition the epic
one is hypertextual. It applies an old epic
motif, but experiments with different
narrative tecniques. It sticks closer to the
traditional division between first and third
person narrative and does not mix the
discourses as does the artist novel by Jens
Pauli Heinesen. Furthermore a psychologi-
cal “case study” is added making a psycho-
logical theory the intertexl.
Tárnet ved verdens ende tells two stories,
one about the author as a little boy and one
about the author while writing the book. A
ferð inn í eina óendaliga søgu is - as
regards the story - very traditional, it
begins with the beginning and continues
till the end, mostly chronologically, but the
whole story deals with how the protagonist
can put pen to the decisive opus. Formally
A ferð inn í eina óendaliga søgu abandons
traditional narrative technique dependant
on the important role played by
psychological probability, replacing it with
a combination of homodiegetic and hetero-
diegetic narrating instance and shifting
internal focalization. Lívsins summar cha-
racterizes a child during a limited timespan
thus partly having the same kind of plot as
Tarnet ved verdens ende. But in Lívsins
summar the aesthetic aspect is not central
in the same way because the adult writing
artist is not present in the story as in
William Heinesen’s novel. Lívsins summar
is the only novel to deal with the question
whether women can be artists. ...hvørt við
sínar náðir is the most traditional novel in
the selection, but it is aesthetically