Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Page 10
2.
50
Teir taka øll vanlig ella serlig stig til tess at tryggja. at skyldurnar í sáttmálanum
verða hildnar.
Heldur annar sáttmálaparturin hin sáttmálapartin hava mishildið skyldu í
sáttmálanum, kann hann taka hóskandi stig undir treytunum og sambært tí
mannagongd, sum ásettar eru í grein 29.
Grein 25
1. Niðanfyristandandi er ósambæriligt við rætta mannagongd í sáttmálanum, um hesi
ávirka samhandilin millum Føroyar og Felagsskapin:
(i) allir sáttmálar millum fyritøkur, viðtøkur hjá samtøkum og alt samskipað
arbeiðslag millum fyritøkur, hvørs endamál ella úrslit er at forða,
avmarka ella avlaga kappingina viðvíkjandi vøruframleiðslu ella
vørusamhandli;
(ii) eitt ella fleiri virki misnýta sína sterku støðu á landaøkinum hjá
sáttmálapørtunum sum heild ella meginpartinum av hesum.
(iii) ein og hvør almennur stuðul, sum avlagar ella hóttir við at avlaga
kappingina við at taka ávísar fyritøkur ella ávísa vøruframleiðslu
framum.
2. Heldur ein sáttmálapartur eina ávísa mannagongd vera ósambæriliga við hesa grein,
kann hann taka hóskandi stig sambært treytum og mannagongd ásettum í grein 29.
Grein 26
Har, ið innflutningur av eini ávísari vøru veksur ella væntandi veksur til óbótaligan skaða fyri
framleiðsluvirksemið á økinum hjá øðrum sáttmálapartinum, og har ið hetta kemst av:
(i) einum sambært sáttmálanum lutvísum ella fullkomiligum niðurskurði í tolli og
avgjøldum við samsvarandi ávirkan á viðkomandi vøru hjá innflytandi
sáttmálapartinum; og
(ii) tí sannroynd, at tollur ella avgjøld, sum hava samsvarandi ávirkan og sum
útflytandi sáttmálaparturin leggur á innflutningin av ráevnum ella hálvvirkaðari
vøru, sum nýttar eru til at framleiða viðkomandi vøru, er nógv lægri enn samsvar-
andi tollur ella avgjøld, sum innflytandi sáttmálaparturin leggur á;
kann viðkomandi sáttmálapartur taka hóskandi stig sambært treytum og mannagongd ásetmm í
grein 29.
FR/CEE/fr 10