Føroya kunngerðasavn A og B - 29.04.1997, Síða 74
114
PARTUR I
ALMENNAR REGLUR
Grein 1
Orðalýsingar
í hesum frumskjali verður at skilja:
(a) “framleiðing” sum øll sløg av viðgerð ella tilgerð, samanseting íroknað, ella serstakar
viðgerðir,
(b) “tilfar” sum øll sløg av tilfari, ráevni, allar lutir ella partar og tílíkt, ið nýtt er í
framleiðingini av vøruni,
(c) “framleiðsla” sum tann framleiðsla, ið verður framleidd, eisini um hon er ætlað til
seinni nýtslu í eini aðrari framleiðing,
(d) “vøra” sum tilfar og vørur,
(e) “tollvirði” sum ásetta virðið samsvarandi sáttmálanum um at fremja grein VII í almenna
sáttmálanum um toll og uttanríkishandil frá 1994, (WTO sáttmáli um tollmeting),
(f) “ab virki prísur” sum søluprísurin fyri ffamleiðsluna ab virki, goldin ffamleiðaranum í
Føroyum ella í Felagsskapinum,
(g) “virði á tilfari” sum tollvirðið í innflutningsstundini á tilfari, sum nýtt er og sum ikki
hevur uppruna ella, um hetta ikki er kent og ikki kann verða staðfest, tann prísur, sum
fyrst er staðfestur, og sum er goldin fyri tilfarið í Føroyum ella í Felagsskapinum,
(h) “virði á upprunatilfari” sum virðið á tí tilfari, sum lýst er í litra (g), sum verður at nýta
samsvarandi neyðugum tillagingum,
(i) “meirvirði” sum ab virki prísurin, tollvirðið frádrigið, á hvørjari framleiðslu, sum nýtt
er, sum ikki hevur uppruna í tí landinum, har ffamleiðslumar vórðu gjørdar,
(j) “kapitlar” og “vøruflokkar” sum kapitlar og vøruflokkar (kodur við 4 talstavum), nýttar
í vøruskránni, sum fevnir um “Harmonized Commodity Description and Coding
System”, sum í hesum frumskjali verður víst til sum “Tillagaða Skipanin” ella “TS”,
(k) “flokking” sum flokking av framleiðslu ella tilfari í einum serstøkum vøruflokki,
(l) “sending” sum framleiðslur, sum annaðhvørt verða sendar samstundis frá einum
útflytara til ein móttakara, ella sum eru umfataðar av einum einstøkum flutningsskjali,
ið fevnir um sendingina ffá útflytara til móttakara, ella um einki tílíkt skjal er, av einum
einstøkum faktura.
(m) “øki” eisini sum territorialsjógvur.
FR/CEE/frsIII/fr 3