Norræn jól : ársrit Norræna félagsins - 01.12.1986, Side 37

Norræn jól : ársrit Norræna félagsins - 01.12.1986, Side 37
 3. ongin rósa ongin rósa er rósa allan dagin her um leiðir K várnáttin elur villar týdningar her um leiðir hóast myrkrið er meinaleyst her um leiðir kann rósan ikki týðast her um leiðir náttin er meinaleys og gevur ollum rásarúm tað greiðasta orðið er brádliga eitt skrímsl eitt einglabrá sýnist sum eitt myrkavætti ein himmalsk oasa rýkur av grummum jarðarríki her um Ieiðir er myrkrið meinaleyst og gevur ollurn rásarúm ongin rósa er rósa allan dagin við hvort hurlar hon allar dagar saman og gevur myrkrinum rásarúm 4. observatorium tusculanum skuggar kastast út um oll m0rk í ljósum spæli nú skal tann himmalska grýluveitslan granskast skærar myndir geva seg til kennar í heimsins apuspæli stjal summarið og kynd upp við fúkandi stjornum stjal summarið og noyð ljósið at drála tað er ikki ósomiligt at drála á hesum leiðum tað er ikki ólógligt at kortleggja oyðina tað er ikki munaleyst at eygleiða stjornurnar tað er gott at fylgja degnum um jorðina tað er gott at slóða fyri kátum spæli stjal summarið og noyð ljósið at drála 's.

x

Norræn jól : ársrit Norræna félagsins

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Norræn jól : ársrit Norræna félagsins
https://timarit.is/publication/1682

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.