Búreisingur - 15.03.1902, Síða 4
40
Skúlaskapur í Føroyum.
samráddvxst próstur og Harboe biskupur um at byggja nýggj
skúlahús og til hetta taka pening av teim, ið hitt spitalska
sjúkahúsið á Argjum átti. 1774 bar próstur uppaftur framm
uppskot um danskan skúla; hari sæst, hvussu ringum standi
skíilaskapurin var í. Alt skúlamál var einans eitt eiti; megin-
parturin av bðrnunum var allan skúlaundirvísing fyri utan.
Eina tíð sýntist at eydnast at fáa lðgligt skil á skúlan; tað var
ta ferðina, táið maðurin Eyberg hevði handil i Føroyum 1769
—1788. Hann vildi ógviliga fegin stovna góðan skúla í Havn
og beyð sær sjálvur til at styðja honum verðsliga við egnum
peningi. Hann sendi so bræv til Hentukamarið í Keypmanna-
havn hesum viðvíkjandi; hetta skriftið varð seinri sent aftur til
Føroya, og her sovnaði og doyði tað burtur sum alt hitt.
1796 komu próstur, fúti og lðgmaður framm við uppskoti,
men til onga nyttu. 1801 bar presturin í Havn Begtrup framm
uppskot um at reisa á føtur danskan skúla; hann skjýtur upp
at nýta tað, ið latínskúlin átti, til danskan skúla, at skúlin skuldi
hava tveir lærarar og stýrast av eini skúlanevnd, samansett av
presti, fúta og fýra Havnarmonnum, og ber hann framm, hvat
lærast skuldi o. s fr. Hann gremur seg um, at bðrnini stóðu
nógv til afturs í kunskapi, og at fávitskan varð størri og størri;
hann fekk so ein mann til at hjálpa sær at halđa skúla; latin-
skúlastovan, sum nú stóð fyri einki, varð nýtt. Um Mortans-
messuleiti 1806 byrjaði hann við hesum, og komu 36 bðrn við
tað sama í skúlan. Av lærubókunum sæst, hvat lærdómurin
var; tær vóru: bíbilsðga, lærubók, Luthers katekismus, ABC-
bókin. Eisini royndi hann at læra tey eitt sindur í landafrøði
(geografi) og mannasðgu, og krambúðsveinur J. Nolsøe lærdi
tey at skriva og rokna. Stutt eftir hetta fór Begtrup av landi.
Líta vit nú at skúlaviðurskiftum á bygd, so verða
tey eins háttað og tey í Havn, við tað at eisini her eru mangar
og langar umrøður og nógv tos aftur og framm um at fáa
skipaðan skúlaskap i lag, utan at nakað spyrst eftir. Fríðrikur
kongur IY læt 1720 stovna skúlar víða um á gódsum sínum.
Hetta skuldi nú eisini, eftir ráðum av biskupi Chr. Worm, fáast
í lag í Føroyum, og har koma nú skúlahaldarar uppá umgang;
men alt datt burtur í einki. 1737 royndi Worm tó menniliga
aftur at »fáa danskar skúlar í lag allastaðnis, hvar teir enn ikki
eru, fyri at tað unga fólkið kann læra kristni og at skriva og
rokna«. Hann biður próst, fúta og prestar samráðast um hetta og