Búreisingur - 15.03.1902, Page 8

Búreisingur - 15.03.1902, Page 8
44 Skúlaskapur í Føroyum. Skúlaamboðini vórn ikki altíð tey bestu; ofta var ikki blekk at fáa við handilin, so nýttu tey kálvablóð at skriva við; ofta var nýtt slættaður sandur ella slættað oska at skriva ella rokna í við einum pinni. — Týskarin Graba sigir frá, at ta ferðina, bann var í Havn (1828), var bann ein dagin við amtmanninum Tillisch, ið bevði lagt sær eina við at fáa tvungnan skúlaskap í lag, inni í skúlanum og lurtaði eftir. 130 vóru bornini, ið tá í skúlan gingu, bæði dreingir og gentur. Lærarin fór so at spyrja bðr- nini í ymsum lærugreinum, og Graba sigir, at bann stóð bilsin við at hoyra, hvussu væl tey vistu greiðu á Danmarkar sðgu og landafrøði; tey kundu á einum navnaleysum landkorti peika á býir og áir víða bvar, betur enn bann sjálvur, hvussu væl tey dugdu at skriva og serliga hvussu knov tey vóru at rokna í hðddinum; áðrenn hálvtalað var orðið, so var svarið. Hann helt, at hetta ikki mundi vera rætt fatt, at lærarin kanska spurdi einans tey frægastu bðrnini ella um slíkt, tey fyri kortum hðvdu lært um. So tók hann sjálvur við at spyrja hvonsumhelst og um tað, ið honum lika barst í huga; men tað gekk við sama lagi. Um hetta kann vera væl so nógv avgjðrt, sýnir tað tó, at skúlin eftir ringum vónum hevur verið rættuliga góður. Hesin sami Týskarin gevur eisini Føroyingum ta rós, at »hann nógv heldur vil tosa hálvan dag við Føroying enn tíma við týskan bónda« (men ofta fer hann nakað illa við Føroyingum, serliga heldur hann hánt um kirkjusang teirra, sum hann sigir var nakað av tí ræðuligasta, hann hoyrt hevði í livi sínum, meðni allir skríggjaðu hvðr við sínum lagi; eina ferð, hann fór um ein streymfjðrð og bátsmenninir tóku undir at syngja, kallar hann sangin »eina andstygga ýlan«, ið onga hátiðliga innvirkan kundi gera á seg). — 1820—30 og uppeftir tóku amtmenninir sær álvarliga fyri at broyta um skúlaskapin á landi. Heima- undirvísingin skuldi burt, og uppá egin hond og utan nakað lógboð til tess vildu teir føra inn eitt tvungið skúlalag. Teir fingu so íleiri staðnis grundað skúlar, innsettu umgangsskúla- haldarar, buðu foreldrunum at lata bðrn síni ganga í skúla og lðgdu skatt á hvðn mann fyri at halda hendan skúlaskapin, ið stríddi so nógv móti natúrliga rætti og frælsi folksins, við líka. So í árið 1845 kom ráðgevaratingið (Stænderforsamlingen) saman

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.