Búreisingur - 15.03.1902, Page 21

Búreisingur - 15.03.1902, Page 21
Sijgaii um eiua mammu. 57 yvir um. Tó yvir mátti hon, vildi hon finna barnið. So iegðist hon á knæ at drekka sjógvin út-; tað var ikki moguligt fyri nakað menniskja; men tann neyðárs mamman vónaði, eitt undur vildi henda. »Tú mást gevast«, segði vatnið ; »heldur mugu vit royna at koma ásamt. Eg goymi uppá perlur, og tini eygu eru tvær tær klárastu, eg havi sæð; vilt tú gráta tey út til mín, so vil eg bera teg yvir um til tey stóru vaxtrahúsini, hvar deyðin býr og røktar blómur og trð; hvor ein av hesum vaxtrunum er eitt menniskjaliv«. »Hvat læti eg ikki fyri at koma til barn mítt«, segði mamman, sem hevði grátið so nógv óg enn meira græt hon og eygu hennara sukku til havsins botn og blivu tvær dýrar perlur. Men sjógvurin hevði hana á lofti og reiggjaði henni á aldunum yvir til strondina hinumegin, hvar eini undarlig hús, fleiri fjórðingar breið, stóðu; ein skilti ikki, antin tað var eitt fjall við skógvum og holum ella um tað var samantymbrað; tann neyðars mamma sá ikki, hvussu var; hon hevði jú grátið eyguni út. »Hvar finni eg nú deyðan, sum fór við mínum lítla barni?« spurdi hon. »Enn er hann ikki komin hegar«, segði tann gamla gravarakonan, ið ansaði eftir teimum stóru blómuhúsunum hjá deyðanum. »Hvussu komst tú framin leiðina. Hvor hevur hjálpt tær?« »Yárharri hevur hjálpt mær«, svaraði hon. »Honum tóktist synd í mær; tað man tykjast tær við. Hvar er barn mítt at finna?« »Eg kenni tað ikki«, segði konan, »og tær fattast sjónin! Nógd av blómum og tróum er fðlnað í nátt. Deyðin kemur brátt fyri at pota tey niður av nýggjum. Tú veist væl, at hvórt menniskja hevur sitt lívstræ ella sína blómu, eftirsum ein og hvðr nú er skaptur; á at líta eru tey sum aðrir vðxtir, men hjðrtur teirra sláa; barnahjartað siær eisini. Far eftir hesum, tí tú kennir ivaleyst hjartaslagið hjá barni tínum; men hvat gevur tú mær aftur fyri, so skal eg læra teg, hvat meir ið nýtist«. »Eg eigi einki at lata«, segði mamman so dðpur i huga; »men til heimsins enda fari eg fyri teg«. »Hagar havi eg einki ðrindi«, segði konan; »men tú kannst geva mær títt siða, svarta hár, tú veitst væl sjálv, tað

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.