Búreisingur - 15.03.1902, Page 22

Búreisingur - 15.03.1902, Page 22
58 Sðgan um eina mamimx. er vakurfc og tað dámar mær væl! Eg gevi tær mítt hvíta liár í staðin fyri; matari er tað enn einkiv »0g tú biður meg ikki um annað?« svaraði hon. »Tað gevi eg tær so glaðiliga«. Og hon gav henni sítt vakra hár og fekk tað snjóhvífca í staðin frá hinari gomlu. Og so gingu tær inn í deyðans stóra urtagarð, hvar blómur og tro vuxu so undarliga hvðrt millum annað. Har stóðu blómur, sum lítið toldu av, undir smáum glashúsum og har stóðu aðrir voxtir, sum toldu alskyns veður; vatnvoxtir vuxu eisini; nakrir stóðu væl, aðrir vóru nærum útdeyðir; stórir ormar lðgdust oman á teir, og svartir krabbar kroystu stelkin. Har vuxu deiligir pálmar, eik, umframmt breyðtrð og slíkar vðxfcir, menniskjan nýtir; hvðrt træ og hvðr blóma nevndist við navni — var eitt menniskjalív; enn andaði men- niskjað; eitt í Kina, annað 1 Grønlandi — yvir allan heimin. Stór trð vóru potað niður í smá ílát, sum nærum sprongdust av teimum kúgaðu vðxtrunum; á fleiri stððum sást eisini ein lítil, ótrivalig urt í sera góðari mold og fjálgað av mosa runt um. Tann sorgarbundna mamman rætti seg yvir allar teir smærri vðxtirnar og lurtaði, hvar menniskjahjartað bankaði; ímillum milliónir kendi hon barns síns. »Har er tað!« rópti hon og rætti hondina út eftir einari lítlari bláari krokus, sum stóð so neyðarlig og bogin. »Nem ikki við blómina«, segði tann gamla konan, »men kom hegar og statt. Og táið đeyðin kemur — hann kann koma, áðrenn eg veit av — lat hann ikki táka vðxturin upp. Sig, at tú so tekur teir upp, ið eftir standa. So verður hann bangin, tí hann hevur tey ðll fyri at svara fyri Várharra. Einki má takast upp, áðrenn hann gevur lov«. ísakaldur blástur fór knappliga gjðgnum mmið, og tann blinda mamman fðldi á sær, at tað var deyðin, ið kom. »Hvussu vart tú ment at koma framm leiðina«, spurdi hann; »hvussu kundi tú koma skjótari hegar enn eg«. »Eg eri ein mamma«, svaraði hon. Og deyðin rætti sína longu hond út eftir teirri lítlu, fíni blómuni; men mamman vardi hana við báðum hondum, so nær og tó so bangin fyri at nema við eitt av bloðunum. Tá blásti deyðin á hendur hennara; tað fðldist kaldari enn tann kaldasti gjðstur og hendurnar duttu kraftaleysar niður.

x

Búreisingur

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Búreisingur
https://timarit.is/publication/12

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.