Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 5
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 1 ]
arnir komu í geislarnar. Hann hevði -f- longu 13/2
1923, 15 ára gamal. Vatnið á lungunum kom óvanliga seint,
í minsta lagi 8 ár 11 mán. eftir at hann var vorðin smitt«
aður, og tuberklarnir í geislunum 12 ár aftaná vatni á
lungunum, t. e. ið hvussu er meira enn 20 ár eftir smittuna.
Hjá tí síðsta í 2. talvu, nr. 10, sótu tuberklarnir í ryggjar*
geislunum (8. og 9.) Hin næstsíðsti nr. 9 hevði sjúkuna í
12. ryggjar* og 1. lendageisla, hinir 6 í lendunum.
Nr. 7 hevði bert ein tuberklasjúkan geisla, allir hinir 2
hvør.
2 av hesum nevndu sjúklingum við ryggjartuberklum
doyðu: nr. 6 og nr. 8. Deyðin kom ávikavist 3 ár 2 mán»
aðir og 1 ár eftir komu geislatuberklanna. Hjá tí fyrra var
deyðaatvoldin lungnatuberklar, hjá tí seinna ryggjartuberklar,
sigsvullir og áhaldandi støkkandi hita.
Tuberklar í øðrum knotum enn í geislunum.
I hesum bólki vóru, sum vit síggja á 1. talvu, 7 til*
burðir: 2 gentur undir 5 ár, 1 drongur 12 ár, ið hevði
tuberklar bæði í ennisbeininum og í einum rivi, og 3 tib
komin.
11. 9 F. S. D. b. í h. 22/2 1923. Móðirin doyði heima 8/7 1924 av
lungnatuberklum (+ tb); hon hevði verið sjúk stx>.liga í 3 mán. og
doyði 5 dagar eftir fyrstu sjúkuvitjan. Barnið fekk í januar ella februar
1925, 2 ára gamalt, trota á 2. handarbeinið á høgru hond, og 2 mánaðir
seinni kom av sær sjálvum hol á, og tunnur vágur kom útúr. Gentan
varð kannað fyrstu ferð hin 3/6 1925, 11 mánaðir eftir deyða móður-
innar. Varð løgd inn á sjúkrahús 4/6 1925. Her á sjúkrahúsinum troti
og búning av eitlunum í albogakreppingini. Varð skrivað út av sjúkra-
húsinum 27/1 1926. Sjúkuavgerð: Tub. ossis metacarpi II man. dxt.,
tub. gl. cubiti dxt. suppur.
12. 9 Ó. J. b. í h. 3/7 1935. 22/8 1939, 4 ára gomul, vatn á vinstra
lunga. 24/12 1939 tuberklar í bringubeininum. Hevði neyvan havtsmittu-
hita, men meðan smittukeldan er kend, er orsøk til at halda, at barnið
er smittað rættiliga stutt fyri tað, at vatnið á lunganum gjørdi vart við
seg.
13-14. cf V. H. b. í h. 15/6 1928. Smittuhita 1/3-19/4 1940, ikki full
12 ára gomul. í november 1940, 12'/2 ára gl., tuberklar í ennisbeininum