Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 8
14 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
høgrumegin, at kalla samstundis tuberklar í 12, vinstra rivi. Doyði
15/10 1942 av sjúku, ið rnest líktist blóðeitring. í 1935, 7 ára gl. mb.
Banti og fekk tí á Dr. Alex. hospitali miltið tikið burtur.
15. đ M. J. b. í h. 17/7 1903. Hin 6/8 — 30 var eitt sindur innan-
vert við vørtuna á høgra brósti tuberklasvullur, ið kom frá 5. rivja-
beini. Hevði havt ilt har í 1 mánað. Sjúkan hevði ætlandi vart bert í
stutta tíð.
Móðirin, sum tá var 63 ára gomul, varð stívliga ár frammanundan,
8/5 1929, sjúk av vatni á lunganum høgrumegin. Meðan henda sjúkan
vanliga kemur stutt eftir smittuna, er skjótt til at halda, at móðir og
sonur hava verið smittað at kalla um somu tíð og frá sama fólki. Um
so er, er tíðin ímillum smittu og knotutuberklar neyvan meira enn 2
ár. Smittukeldan er ókend. Móðirin er nevnd í pettinum Vatn á lung-
unum (pleuritis exs. tub.) í Fróðskaparriti 8. bók bl. 36, 4. sjúkusøga.
Tað er sjáldsamt, at fólk verður smittað so væl við aldur
— meira enn 60 ára gamalt — men av og á hendir tað.
Poulsen'2 hevur t. d. í ritgerðini 1946 í bólki II sjúkusøgu
(nr. 5) um 61 ára gamalt konufólk við smittuhita. Hon
doyði 2 mánaðir seinni við meningitis tub.
16. c? H. J. b. í h. 17/8 1908 er knappliga 34 ára gl. maðurin við
tuberklum í trochanter major høgrumegin, og sum er nr. 4 á 2. talvu.
Tuberklarnir í hesi knotu komu 13 ár eftir geislatuberklarnar og úti
við 14 ár eftir smittuna.
17. 9 S. M. J. b. í h 24/6 1863, hevði, tá ið hon var 60, 62 og 66
ára gomul, tuberklasvullir, sum allir komu úr kokuknotunum. Hon
varð viðgjørd heima, tí er eingin røntgenrannsókn. Man helst vera
smittað áratíggju frammanundan.
3. talva. Listi yvir knotur og liðir, har tuberklarnir sótu.
(List of those bones and joints where the tuberculosis was situated).
Geislar (vertebrae).............. 8
Riv (costae)..................... 2
Bringubein (sternum)............ 1
Kokan (pelvis).................. 1
Lærleggur (femur)............... 1
Handarbein (os metacarp.) .... 1
Ennisbein (os frontale)....... 1
Knæliður (art. gen.).......... 1
Liðurin ímillum óstbein og herða-
blað (art. acromioclavicul.) . . 1
Á 3. talvu eru 14 sjúklingar við 17 tuberklasjúkum í
knotum og liðum. Tuberklarnir komu nógv oftari í geisb