Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 10
16 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
lagi, og viðvíkjandi einum konufólki, nr. 17, hava vit einki
fast um at halda.
Hetta oman fyri nevnda taka vit nú saman: Tilsamans
eru 3 børn og tilkomin (nr. 1 (3), 4 (16), 13 (14)), ið havt
hava tuberklar í liðum og knotum 2 ferðir. Taka vit ta
seinnu av hesum báðum sjúkum frá, verða tilsamans 14
tilburðir eftir. Sjúkan tók seg upp hjá øllum børnunum
(nr. 1, 11, 12, 13) og 2 tilkomnum (nr. 4, 5) — bæði í
20*árunum — áðrenn ár var liðið frá smittuni. Hjá 3 øðrum
(nr. 2, 6, 7), sum øll vóru á 20—29 ára aldri, vóru 1 '/2
—2 ár ímillum smittu og sjúku. Millumskeiðið hjá einum
(nr. 8) av hinum 5, 24V2 ára gomlum manni, kemur ikki
upp um 4 ár 7 mán. Tveir menn eru í 30sárunum. Tíðar*
skeiðið ímillum smittu og sjúku í knotunum kemur hjá
øðrum teirra (nr. 10) ikki uppum 2 ár 10 mán., hjá hinum
(nr. 9) ikki undir 21 ár. So eru at enda 2 (nr. 15 og 17),
sum vit ongar vissar upplýsingar hava um.
II. 5 av teim 14 sjúklingunum høvdu vatn á lungunum
ímillum smittu og sjúku. Hjá 3 (nr. 4, 6, 12) av teimum
kom lungnahinnubrunin 4 mán. ella stytri undan knotu*
tuberklunum. Hjá hinum fjórða (nr. 10) var tíðarskeiðið
2 ár 6 mán., og hjá hinum fimta (nr. 9) var millumbilið
12 ár. Hjá nr. 2 kom vatn á h. lunga 1 mán. aftaná liða=
tuberklarnar. — 3 (nr. 2, 6 og 9) av hesum nevndu 14
høvdu umframt tuberklar í liðum og knotum eisini lungna*
tuberklar við tubbasteyrum í spýttinum. Seinna sjúkan kom
ávikavist 1 ár 1 mán. undan, 1 ár 5 mán. aftaná og 1 ár
8 mán. undan liða* og knotutuberklunum.
Tuberklar í gróðrarvatnseitlunum undir húðini.
Tilsamans 19 børn og tilkomin, við tuberklum í eith
unum undir húðini. Aldur teirra og kyn sæst í 4. talvu.
Bert 4 eru uttan fyri aldursbólkin 10—24 ár. 9 eru manrn
fólk og 10 konufólk. 14 høvdu eitlasvullir á hálsinum.
Hjá 4 av hinum vóru tað eitlarnir í albogakreppingini og