Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 13
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 19
hevði gjørt vart við seg, verið á bróstsjúkrahúsi 2 ferðir, fyrru ferð
14 ára og aðru ferð 16 ára gomul — báðu ferðirnar + tb., tá ið hon
varð løgd inn. Yngra systirin fekk í 1938, 22 ára gomul fyrst nýggjar
lungnatuberklar (+ tb) og 2 mánaðir seinni, meðan hon var á bróst-
sjúkrahúsinum, svull, trota og búning av summum hálseitlum.
Nr. 18. đ T. H. b. í h. 17/11 1907 hevði 24 ára gl. í fleiri ár havt
ertnastóran eitil undir húðini høgru megin undir øsinum, og sum ongan-
tíð hevði latið við seg koma. Hann fór nú at vaksa, og at kalla sam-
stundis gjørdust eitlatrotar fram við m. sternocleidomastoideus, hin størsti
sum valnøt. Hetta hendi 9 ár eftir fyrstu positivu pirking.
1 mán. áðrenn omannevndi vøkstur tók seg upp, kom brádliga vatn
á høgra lunga. Tíðin frá smittu til eitlatrota er longur enn 9 ár — sí
táttin »Tuberklar í liðum og knotum«, 9. sjúkusøga.
Nr. 19. Tann síðsti í hesi røð er ein genta, M. Z. b. í h. 14/12 1903,
sum frá 9 ára aldri hevði verið sjúk av erythema induratum Bazin.
Hon má hava verið smittað við tuberklum, áðrenn henda sjúkan tók
seg upp.
Henda húðasjúka hennara, ið byrjaði mong ár undan 1920, verður
sjálvandi ikki tald við í hesi ritgerð, men tað verður hin eitlasvullurin,
sum kom upp á hálsinum fyrst í 1925, meðan hon var 21 ára gomul.
Tað mugu ikki hava verið minni enn 12 ár ímillum smittuna og vøkstur
eitilsins.
5. talva. Tíðarskeiðið ímillum smittu og eitlasjúku.
(The interval between infection and adenitis).
Kyn og aldur í árum (Sex and age)
Nr. 5-6 đ 21, 9 8 Eitlatuberklar samstundis við smittu
» 7 đ 15 » 7 mán. (months) eftir »
» 8-11 9 2, 2 10, c? 10, 2 9 » 1— 2 ár (years) » »
» 12-15 đ 13, cf 14, đ 17, 9 13 » 5—10 » » »
» 16-17 9 20, 9 22 £ 00 V V
» 18 đ 24 » í minsta lagi 9 ár eftir »
» 19 2 21 » «» »12»» »
Av 5. talvu sæst, at 7, úti við helvtin (nummørini 5—
11) av teim 15 sjúklingunum høvdu trota í eitlum undir
húðini, áðrenn 2 ár vóru liðin frá smittuni. Hini (numm=
ørini 12—19) høvdu øll eitt millumskeið uppá 5 ár ella