Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 15
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 21
Hin næstyngsti, ið var 20 ár (J. A. J., b. í h. 20/1 1926)
hevði havt smittuhita 6 mánaðir frammanundan. Hann lá júst
sjúkur við vatni á vinstra lunga, tá ið tuberklarnir í høgra
hjáeistanum vóru sæddir. Eitt ár seinni vóru tuberklar eisini
í hinum hjáeistanum. Hevur ikki verið tuberklasjúkur síðan.
Hin elsti av teimum trimum (K. H., b. í h. 18/12 1916),
ið var 27 ár, hevði eisini frammanundan havt smittuhita.
4 vikur aftan á tað, verður funnið tubbasteyrar í spýttinum.
Uppaftur 4 mán. seinni vórðu tuberklar funnir í v. hjá*
eista og eitt sindur seinni eisini í høgra. Greiniligar upp*
lýsingar um sjúku hansara eru at finna í 7. sjúkusøgu í
stykkinum um sjúkur, ið elvdar eru av tuberklaeituri. Har
síggja vit, at hann, umframt tuberklar í báðum hjáeistunum,
meðan hann var á bróstsjúkrahúsi, eisini hevði tuberklar
í bløðruhálskertlinum, sáðbløðrunum og í bløðrubotninum.
Vit kenna so av tí, ið frammanfyri stendur, tíðarskeiðið
ímillum smittu og sjúku hjá 3 av teim 5 sjúklingunum;
tað var 4 ár, 6 mán. og 8 mán. Hesi tøl galda frá tí, at
fyrra eista varð sjúkt. Seinasti og næstseinasti av hesum 3
høvdu tuberklar eisini í øðrum gøgnum enn í eistunum.
Konufólkið, ið sjúkt var, var ein genta (M. J. b. í h.
22/12 1910); móðir hennara hevði havt lungnatuberklar frá
1912 til tess hon í 1916 doyði av hesi sjúku. Faðirin hevði
eisini lungnatuberklar. Hann gjørdist sjúkur í juli 1919 og
doyði 28. februar 1925. Dóttirin doyði 18/10 1930, knappliga
20 ára gomul á Dr. Alex. hospitali av tub. peritonei e sab
pingitide. Áðrenn hon var løgd inn á sjúkrahúsið kom hol
á út í móðurskeiðina og tuberklavágur kom útúr. Hevði
har umframt lungnatuberklar, men við ongum tubbasteyrum.
Tuberklasjúkur í húðini.
Tilsamans vóru 5 nýggir tilburðir við tuberklum í húðini
í 32 árunum, her er talan um: 2 gentur, 10 og 14 ár, ein
13 ára gl. drongur, ein 24 ára gl. maður og eitt 55 ára gl.
konufólk.