Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 18
24 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
týdning tyri sjúkuavgerðina. Mong munnu ivaleyst spyrja:
Hvussu er tá sjúkan avgjørd hjá teimum 12, sum ongan*
tíð høvdu tubbasteyrar í spýttinum. Trimum teirra hevur
bygdalæknin sjálvur ikki givið sjúkuavgerðina lungnatu=
berklar. Men henda sjúkuavgerð var hjá teimum báðum
19 ára gl. gentunum, sum seinni koma fyri, og hjá einum
32 ára gl. manni. Genturnar vóru arbeiðskonur í øðrum
bygdum og komu haðani beinleiðis á sjúkrahús. Tuberkh
arnir hjá manninum vórðu funnir við lógásettu árligu kann*
ingini fyri fiskimenn á tuberklastøðini. Hjá 3 av hinum
9 sjúklingunum segði smáspýting av blóðið frá sjúkuni.
Teir høvdu, eins og allir hinir, lungabroytingar, ið bert
kundu stava frá tuberklum.
Nærum helvtin av lungnatuberklatilburðunum: 37 av 76,
49°/o eru at finna ímillum tey ungu ímillum 15 og 29 ár.
Hjá børnunum, teimurn undir 15 ár, vóru tilsamans 4 tih
burðir við lungnatuberklum, øll oman fyri 10 ár. Tølini
beint oman fyri 29. árið eru enn rættiliga stór, men minka
so við og við, tó koma framvegis nýggir tilburðir til og
við 80—89 ára aldri.
Eins nógv mannfólk og konufólk vórðu sjúk við lungna*
tuberklum — ávikavist 38 og 38, og tað sama at kalla
kann verða sagt um tey, ið høvdu tubbasteyrar í spýtt*
inum: d1 34 $ 30. Men, sum 7. talva vísir, doyðu nógv
fleiri konufólk enn mannfólk av lungnatuberklum: d1 12
? 19.
Um tvey (S. N. og J. P. J.) av teim 19 konufólkunum,
sum doyðu av lungnatuberklum, verður sagt frá í sjúku=
søgunum nr. 6 og 8 í stykkinum um sjúkur elvdar av
tubbasteyraeitri. Deyðaatvoldirnar vóru ávikavist tub. pulm.
caseosa og tub. pulm. miliaris. 62 ára gamal maður, sum
hevði lungnatuberklar (-f- tb) og doyði av krabbavøkstri
í baktarminum er sjálvandi ikki taldur upp í hesi andlát.
Lungnatuberklar hansara vóru eftir øllum at døma yngri
enn krabbavøksturin.
6. talva sýnir, at ímillum tær 9 ungu genturnar ímillum