Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 20
26 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
15 og 19 ár, vóru 3, sum ikki høvdu tubbasteyrar í spýtt=
inum. 2 teirra, báðar 19 ára gamlar, høvdu, umframt lungna*
tuberklar við ongum steyrum, eisini aðra tuberklasjúku, og
hon var deyðaatvoldin. Onnur doyði av tuberklavági á
lungunum (empyema tuberc). Hon sjúklaðist við vatni á
lungunum vinstrumegin í apríl 1940, varð frísk aftur, men
fekk stívliga 3 ár seinni í september 1943 tuberklavág á sama
lunga, og hetta hevði deyðan við sær 3 mánaðir seinni.
Sjúka hennara er tald upp í lungnatuberklarnar. Hin doyði
av tuberklum í búkhinnu, og sum stavaðu frá eggbølb
unum (tub. peritonei e salpingitide) — sí stykkið um tu*
berklar í kynkertlum og bløðru. Triðja gentan, ið varð
sjúk 19 ára gl., er hin einasta í hesum flokki upp á 9, ið
livir, øll hini doyðu, áðrenn tey fyltu 20 ár.
6 í hesum bólki við gentum ímillum 15 og 19 ár høvdu
lungnatuberklar við tubbasteyrum. 3 teirra høvdu steyrar
í spýttinum 3—4 mánaðir eftir 1. dagin við smittuhita.
Tær doyðu allar, áðrenn 2 mánaðir vóru lidnir. 2 av hinum
høvdu lungnatuberklar 13 og 23 mánaðir eftir smittuhitan,
og tær fóru í grøvina ávikavist 1 x/2 og 20 mánaðir seinni,
17 og 19 ára gl. Hin 6. hevði onga ávísa smittukeldu.
Hon var sjúk við tuberklum í 9 mánaðir og doyði 17 ára
gomul av hesi sjúku.
Flestu teirra 6 yvir 60 ár høvdu eins stutta sjúkusøgu
og meirilutin av teim ungu gentunum. Eingin teirra hevði
— tað vit vita — fyrr havt sjúku við tuberklauppruna. 2
av hesum 6: đ 78, ? 81 doyðu stívliga 1 mánað eftir, at
sjúkan tók seg upp. Hjá hini triðju: $64 vardi sjúkan at
vísa seg í 2V2 mánað; mangt bendir á, at hon vardi í 6
mánaðir. Hin 4.: d* 79 smittaði børnini í 4. sjúkusøgu í
stykkinum um smittuhita í Fróðskaparriti 8. bók. Sjúku*
tíðin ókend, men alt bendir á, at hon hevur verið stutt.
2 tær síðstu: 64, $ 63 høvdu havt tuberklar í ávikavist
3 og 10 ár.
Draga vit tey ungu undir 20 ár og tey, sum eru yvir
60 ár frá, verða 18 eftir, ið doyðu á 20—59 ára aldri.