Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 22
28 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
Teirra millum eru 2 konufólk, 32 og 29 ára gk, við tuberkk
um, ið ikki vóru minni harðrendir, enn tuberklarnir hjá oman<
fyri nevndu 11. Hin eldra av hesum báðum konufólkunum
livdi í 20 dagar eftir 1. kanning, hin í bert 5 dagar. At
lungnatuberklar máttu havt longri tíð at menna seg er
sjálvandi. Tó má takast fram, at tær, ið báðar áttu børn,
høvdu gjørt alt vanligt arbeiði — eisini strævið útiarbeiði
— at kalla til tað síðsta.
At til eru fólk, ið eru vorðin frísk av tuberklum og so
ár og dag aftaná doyggja av øðrum sjúkum enn hesari er
ikki at undrast á. Tey hoyra sjálvandi ikki upp í andlát*
ini í hesi ritgerð.
Nær koma lungnatuberklarnar, t. e. hvussu leingi eftir
smittuna?
Hjá 25 av teim 76 nýggju tilburðunum við lungnatu*
berklum kenna vit smittubilið, og taka vit tveir tilburðir
frá, kenna vit eisini smittukelduna. Hesi 25 eru sett upp
á 8. talvu, og hon gevur svar uppá setta spurningin: 12
av teim 25 sjúklingunum vóru smittaðir ímillum 1920 og
1929 (2 tey fyrstu í 1920), 5 í 30*árunum og 8 í 40íár*
unum, hin síðsti í 1946, 6 ár fyri skeiðslok í 1952.
Vit geva beinan vegin gætur eftir, at ikki færri enn 18
(10-1-8), 72 °/o, av hesum 25 við lungnatuberklum hava
fingið sjúkuna í 10 ára tíðarskeiðinum frá 15 ára føðingar«
degi til 24. árslok. Tíðarskeiðið frá smittu, og til tuberkh
arnir taka seg upp, sæst á talvuni at vera ógvuliga misjavnt.
Hetta bendir heilt vist á, at hesi 10 árini eru serstakliga
hættilig honum, ið smittaður er á hesum aldri ella fyrr.
Teir lungnatuberklar, ið mentust skjótast eftir smittuna,
tóku seg upp í 1928 hjá 16 ára gl. unglingi, sum hevði
havt 23 daga smittuhita. 19 dagar eftir smittuhitalok sóust
væl framkomnir Knoevenagels lungnatuberklar (Knoevena*
gels, Israel5, Israel — Rosenthal6, Bang1, Bonsdorff2): Doyvt
bankiljóð, barkakendur andadráttur á væl avmarkaðum øki
frammantil vinstru megin og á vinstru lið frá 2. til 6. riv.
Framman rakk hetta økið eitt sindur innum vørtuna og