Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 26
32 Nýggir tilburðir við tubarklasjúkum í Eiðis læknadømi
Andlát av tuberklum í Eiðis læknadømi frá 1920 til 1952.
Á 6. og 7. talvu í stykkinum um lungnatuberklar sæst,
at í hesum 32 ára skeiðinum vóru 31 andlát av lungna*
tuberklum ímillum teir 76 nýggju tilburðirnar við hesi
sjúku. í hesum tali eru tó minni enn so øll andlát av
lungnatuberklum í hesum tíðarskeiði og læknadømi. Afturat
mugu vit leggja teir sjúklingar við lungnatuberklum, ið
byrjaðu og vóru kendir undan 27/6 1920, og sum doyðu
eftir henda dag — tilsamans 6: đ 3 $ 3; tey eru sett upp
á 10. talvu, og verða tað tilsamans 31 6 = 37; ið doyðu
av lungnatuberklum.
2 N. K. M. K. deyð á bróstsjúkrahúsinum 18/4 1921, 42 árá gl.
2 S. P. » » » 6/7 1921, 61 » »
c? A.A. deyður heima 13/1 1922, 42 » »
c? H. D. » » 16/2 1923, 67 » »
c? H.J. » » 28/2 1925, 43 » »
2 S. A. deyð » 29/3 1926, 35 » »
10. talva. 6 fólk við lungnatuberklum, ið vóru kendir undan 27/6 1920,
og sum doyðu eftir hendan dag.
2 av teimum á 10. talvu doyðu á bróstsjúkrahúsinum.
3 av hinum høvdu hvørt verið har 2 ferðir, men tey doyðu
heima. 67 ára gl. maðurin hevði ongantíð viljað farið á
bróstsjúkrahúsið.
Nú ber til at taka saman øll andlát av tuberklum. Tey
eru hesi:
11. talva. Andlát av tuberklum frá 27/6 1920 til 26/6 1952.
(Deaths of tuberculosis from 27-VI-1920 to 26-VI-1952)
Tub. í heila og mønuserki (meningit. tub.)............... 4
Tub. universalis......................................... 2
Pericarditis caseosa product. tub........................ 1
Knotutuberklar (bone tuberculosis)....................... 2
Tuberklar í kynkertlunum (tuberculosis in genitals) ... 1
Lungnatuberklar (pulmonary tuberculosis)................ 37
Tils. (total)... 47