Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 28
34 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
í einari aðrari sókn við 4 bygdum, sum 15/6 1945 tib
samans høvdu 436 íbúgvar, kenna vit í hesum 32 ára
skeiðinum bert eitt tuberklaandlát. Tað var 19 ára gl.
gentan, hvørjar sjúkusøga er søgd í stuttum í Fróðskapar*
riti 8. bók bls. 27 (sjúkusøga 4). Hon varð smittað meðan
hon gekk í skúla í Havn og doyði av tuberklum í heila*
og mønuserki 6 vikur eftir fyrsta dag smittuhitans. Hetta
sigur sjálvandi ikki, at aðrar tuberklasjúkur ikki eru sæddar
í hesi sókn, tað eru tað, men tær eru allar vorðnar lektar.
Býta vit 32 ára skeiðið sundur í 2 eins stórar partar,
vóru í fyrra partinum, ið røkkur frá 27/6 1920 til 26/6
1936, tils. 23 andlát av tuberklum, í hinum partinum 24.
Eitt sindur harmiligt er at noyðast at viðganga, at als eingin
framburður er at síggja. Av lungnatuberklum doyðu ávika*
vist 19 og 18.
Yvirlæknin V. Magnussen Calmetta koppaði í Eiðis lækna*
dømi frá 22/9 til 26/9 í 1946. í tíðini aftaná til 26/6 1952
— nærum 6 ár — vóru 4 andlát av tuberklum. Av teimum
høvdu 2 mannfólk lungnatuberklar (-)- tb), tá ið koppað
varð. Hin 3. — eisini mannfólk — var smittaður av móður
síni, sum doyði heima, tá ið sonurin var 14 ára gamal.
Lungnatuberklar hansara brutu seg fram í 1948 (-)- tb), og
hann doyði í 1950, 54 ára gamal. 4. var 18 ára gl. unglingi,
ið smittaður var í Tórshavn og hevði ligið heima í summan
frítíðini við smittuhita frá 9/8 til 20/9 1946. Hann doyði
av tuberklum í heila= og mønuserki hin 26/11 1946 (sí
Fróðskaparrit 8. bók, bl. 27, 3. sjúkus.).
4 andlát í nærum 6 ára langa tíðarskeiðinum eftir kopp*
ingina eru færri enn vit høvdu væntað. 18 ára gamli ungb
ingin hevði neyvan doyð, var hann vorðin smittaður 2—3
mánaðir seinni, tí tá mundi hann havt verið koppaður
frammanundan.
í tíðini eftir koppingina kom eingin tilburður við smittu*
hita. Sum ávíst í Fróðskaparriti 8. bók (bls. 9 og 32) vóru
tilsamans 106 tilburðir at síggja við hesi sjúku í tíðar^
skeiðinum frá 1. januar 1928 til 22. september 1946, næn