Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 29
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 35
um 19 ár, slakir 6 yvirhøvur hvørt ár. Ein hevði tá havt
væntað ímillum 30 og 36 frá 22. september 1946 til 26.
juni 1952. Men koppingini fyri at takka sást smittuhitin
ikki, og tí heldur eingin av teimum tuberklasjúkum, ið
koma í kjalarvørri hansara.
Tó vóru, sum nevnt í Fróðskaparriti 8. bók bls. 34, í
hesum nærum 6 ára langa tíðarskeiðinum 3 tilburðir við
vatni á lungunum. Vit kenna frá stívliga 26 ára skeiðinum
27/6 1920 til 26/9 1946 tilsamans 70 (73-^3) tilburðir við
vatni á lungunum t. e. nærum 3 yvirhøvur hvørt ár. Vit
áttu tá at kunna væntað 18 sjúk við vatni á lungunum
í árunum eftir koppingina. Tað komu sum nevnt 3. Tveir
teirra vóru smittaðir undan koppingini. Hin 3., ið ikki var
smittaður, kom ikki til koppingina. Aðrar tuberklasjúkur
(lungnatuberklar, ryggjartuberklar o. aðr.) tóku seg eisini
upp, men allar hjá fólkum, ið smittað vóru undan kopp*
ingini í 1946.
Sjúkur elvdar av eitri frá tubbasteyrum.
Taka vit frá knútarósin, hava allar sjúkurnar, ið viðgjørdar
eru her og í Fróðskaparriti 8. bók avgjørdan tuberklaupp*
runa. Tað merkir, at tær eru elvdar beinleiðis av tubba*
steyrum og eru óhugsandi uttan teir.
Knútarósin er sum nevnt undantak frá hesi reglu. Hon
kann, sum Wallgren18 og Landorf10 hava ávíst, koma uttan
at hava samband við tuberkulinvend og uttan at hava tað
minnsta sindur at gera við nakra tuberklasjúku. Knútarósin
er eitt ovurviðkvæmissjúkueyðkenni, tó ikki fyri nakra
sjúku sær. Annað er, at hetta útbrot er so ofta at síggja
saman við smittuhita, at neyðugt er, hvørja ferð tú hevur
tað fyri tær, at spyrja, um hann (smittuhitin) er fylgisneyti
hjá hesari sjúku ella ikki, og at svara uppá hendan spurn*
ingin, áðrenn hugsað verður um aðra orsøk.
Men knútarósin er ikki einasta tuberklaleysa sjúka, ið
koma kann saman við smittuhita. Her skulu verða nevndar