Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 30
36 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
5 sjúkur, sum sagt verður meira um niðanfyri. Tær eru
hálstak, milttroti, nýrnabruni (glomerulonephritis) bláæðra*
bruni (plebitis) og vøddapína, og fleiri kundu verið nevndar.
Tær eru her savnaðar undir yvirskriftini: Sjúkur elvdar av
eitri frá tubbasteyrum, men óvist er, um eitur (toxin) er
rætta orðið í hesum sambandi.
Hálstak. Eitt sindur av roða í hálsinum (góma, góma*
bogum og mandlum) er als einki óvanligt fyrstu dagar
smittuhitans. Hyge4 sigur: »Mong høvdu hálstak og reyðan
háls,« og Poulsen12 skrivar: »Einstakir tilburðir við ilt í
hálsinum.« Høv. hevur tó sjáldan hoyrt um, at tey hava
fingið ilt, tá ið tey svølgdu, ella sæð eitlar á hálsinum,
men hevur aftur og aftur sæð roða á svølginum.
Bert ein einstakur nýsmittaður við smittuhita hevði skónir
í hálsinum. Tað var 5 ára gl. genta, smittað av faðir sínum,
áðrenn sjúka hansara 12/9 1942 varð funnin. Tubbasteyrar
vórðu funnir í spýtti hansara.
1. sjúkus. 9 S. B., b. í h. 16/8 1937 varð sjúk við smittuhita 11/8 1942.
Við sjúkravitjan 2 dagar seinni (h. 13/8) fekk hon ilt, tá ið hon svølgdi,
smáar skónir á báðum mandlum og eitlar, stórar sum hassilnøtukjarnar
undir húðini á báðum síðum; kroppshitin var hendan dagin 39,9/40,5.
Pirkað 18/8: Tvørmát 10 mm við væturípu eftir miðjuni. Hitin vardi
til 21/8. Hálsurin var rættvorðin einar 2 dagar fyrr.
Gjøgnumlýst 12/9 á tuberklastøðini í Havn: »í høgru lungarót stórur
vøkstur (eitil) og heldur stórur troti uttanum lungarótina ® Var eitt
sindur seinni 3*/2 mánað á tuberklastøðini á Dronning Alexandrines
hospitali. Tá ið hon varð skrivað út: »Nú er bert eitt lítið sindur ov
stór lungarót.«
Milttroti: Hjá trimum dreingjum varð funnin milttroti
samstundis við smittuhitanum ella beint aftaná, og mangt
er, ið bendir á, at milttrotin hevur verið eitt av sjúkueyð*
kennum smittuhitans. Sjúkusøgurnar 2 og 3 (sí niðam
fyri) hava verið prentaðar fyrr.
2. c? A. A., b. í h. 23/9 1927, sí Ugeskrift for Læger 1933 bls. 915 (Ras-
mussenIS). 19/2 1928, 43/4 mán. gamal smittuhita, sum vardi i 13 dagar
til 3/3 9/3 milttroti, ið stóð við í fleiri mánaðir, og samstundis skilligur