Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 33
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 39
Einki kom upp fyrr enn miðjan juni. Hin 15/6 1931 varð spýttið
kannað fyrstu ferð við stroktilbúningi: : tb., hin 27/6 fann sveita-
vatnsstøðin í Keypmannahavn við aling + tb. Bygdalæknin kannaði
tað 19/6, 23/6, 27/6 og 5/7, allar ferðir tb.; endiliga 28/7 vórðu tubba-
steyrar funnir við strokrannsókn.
Lunguni vórðu kannað og royndust púra rættvorðin til 12/6, l1/2
mán. eftir 1. sjúkudag.
Tá kom turrur lungnahinnubruni h. megin. 23/6 vatn á báðum lung-
unum. 28/7 vórðu, sum oman fyri nevnt, fyrstu ferð funnir tubba-
steyrar í spýttinum við strokrannsókn. Harafturat vóru sama dag bullu-
ljóð á allari framsíðuni v. megin og uttan um vinstra helming av rygg-
súluni. Oman fyri h. óstbein eitt tyssi av samanvaksnum, hørðum
gróðrarvatnseitlum, sum at vísa seg vóru festir i vevnaðin aftan fyri
og undir hesum beini.
3 dagar seinni — 31/7 — var allur ovari helmingur av v. lunga vorðin
ein stór holá. Nú komu upp o. u. 200 cm3 um samdøgurið. 27/8 var
holan burtur, og á tí staðnum vóru nú vátlig bulluljóð Samstundis
var ein týðilig burturfjaran av doyvda bankiljóðinum á bakinum bæði
h. og vinstru megin.
Hevði higartil víst frá sær øll uppskot um at leggjast inn á Dronning
Alexandrines hospital á tuberkladeildina. Segði at enda ja hin 2/9.
Doyði har 13/9 1931. Sjúkuavgerðin hjá sjúkrahúsinum var lungna-
tuberklar (tub. pulm. caseosa).
Lungnahinnubrunarnir eru her ikki roknaðir at vera sjálv«
støðug sjúka. Teir komu saman við lungnatuberklunum og
hoyra upp í teir. Sí pettið um vatn á lungunum í Fróð=
skaparriti 8. bók.
7. đ K. H. b. í h. 18/12 1916. Smittaður av systur, sum doyði heima
10/12 1942 av lungnatuberklum 17 ára gomul.
Hevði 9/11 1942 -f- pirk, 18/12 1942 pirk. Smittuhitin kom 20/12
1942, maðurin var tá 26 ára gl., men hann kendi seg ikki heilt frískan
dagin fyri. Hevði enn høgan hita, tá ið hann 14 1 1943 varð lagdur
inn á bróstsjúkrahúsið. Var her í meira enn 3*/3 ár til 20/5 1946, undan-
tikin fyribils vist á Dronning Alexandrines hospitali at verða kannaður
og skorin fyri skurðtuberklar.
Hevði í hesum tíðarskeiði mangar tuberklasjúkur; hin fyrsta: I, var
smittuhiti, ið líðandi varð at hinum sjúkunum. Hin fyrsta teirra II var
phlebitis extr. inf. dxt., ið tók seg upp í døgunum uttanum 11/2—43
við, at sjúklingurin var eymur eftir innsíðuni á høgra læri og var skjótt
eymur úr lærkreppingini og niður í fótin, og hetta saman við miklum