Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 34
40 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
trota. III. 14/3 1943 æðratipping við pínu vinstrumegin á bringuni og
vatni á vinstra lunga. IV. Saman við hesum var mikil troti, ið fevndi
um at kalla allan ovara helming av høgra lunga (epituberkulosis). Enn
vóru eingir tubbasteyrar í spýttinum, men í apríl 1943 spýtti hann blóð
og 12/4 1943 tubbasteyrar í tí, sum upp kom. Her vóru tubbasteyrar
til 18/9 1944 í stroktilbúningi. Tá ið hann varð útskrivaður, vóru eingir
tubbasteyrar við aling (Sveitavatnsstøðin í Keypmannahavn). V. 14/8
1943 tuberklabruni í v. hjáeista, og VI. svullur nærhendis samankomningini
í kokubeininum í neðra, og haðani kom vágur útúr. Her var leingi
ein fistul, men ikki var møguligt at siga, hvaðan vágurin kom. VII.
19/5 1944 tuberklar í liðinum ímillum vinstra óstbein og vinstra herða*
blað. VIII. 14/6 1944: »í bløðrubotninum og uttanum h landræsi (ureter)
var roði, og einstøk »sagogrýn««. Tað kemst væl uppí bæði landræsi,
og nógv land kemur báðumegin frá. Retrograd pyelografi: Einki av-
gjørt órættvorðið«. Landið fleiri ferðir -f- tb. IX. Sama dag vatn á h.
lunga. X. Februar 1945 tuberklar í h. hjáeista. XI. 5/2 1946 tuberklar
í bløðruhálskertlinum: »í høgra lepa ein knykil stórur sum nøtukjarni,
ikki eymur og kemur eitt sindur inn í baktarmin.« XII. Tuberklar í
høgru sáðbløðru. »Kertilin høgrumegin er tjúkkari enn hann v. megin «
K.H. hevði sum omanfyri ávíst í 3'/3 ár havt 12 ymissar
sjúkur, elvdar av tuberklasmittuni. Bláaeðrabrunin og blóð*
toppurin, sum kom í 2. og 3. mánað í hesum tíðarskeiði,
eru ikki rættiligar tuberklasjúkur. Eiturið frá tubbasteyr*
unum má vera orsøkin til bláæðrabrunan, og hann til blóð*
tøppin. Só verða 10 sjúkur eftir, ið beinleiðis eru voldar
av tubbasteyrum. Tuberklabruni í báðum hjáeistum varð
skorin burtur.
Omanfyri nevnda genta og maður høvdu ógvuliga álvar*
sama tuberklasmittu. Bæði høvdu herviligan bláæðrabruna
o. u. 1'/2 mánað eftir fyrsta smittuhitadagin, og — hitin
undantikin — vóru hetta fyrstu sjúkueyðkenni smittunnar.
Hin fyrri av hesum báðum sjúklingum doyði 5 ‘/2 mánað
eftir nevnda bil, hin noyddist at vera á bróstsjúkrahúsi í
3'/3 ár, áðrenn hann varð útskrivaður frískur.
Helweg=Larsen3 hevur eina søgu, um 24 ára gl. student
(d1), ið helst ongan nýsmittuhita hevði, men 5 mán. eftir
at hann var smittaður, fekk vatn á h. lunga, hann varð
so lagdur inn á bróstsjúkrahús og sjúkrahús. V2 mánað