Fróðskaparrit - 01.01.1960, Blaðsíða 35
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 41
seinni lungnatuberklar, og á v. lunga fór hol á av sær
sjálvum (pneumothorax), og o. u. 4 mán. seinni phlebitis
v. saph. magn. sin. Sjúka hansara hevur eftir øllum lík=
indum als ikki verið so skaðilig sum hon hjá gentuni og
manninum omanfyri. Tí hann varð útskrivaður frískur
eftir 1 árs vist á bróstsjúkrahúsi og sjúkrahúsi, tað eru
17 mán. eftir smittubilið. Ongar upplýsingar eru um hita.
Mong brøgd vóru tey somu við sjúkuni hjá honum og
hjá teimum báðum her nevndu; men vit kunnu ikki við
vissu síga, at sjúka hansara stavaði frá tubbasteyra»eitri.
Myalgia. Ikki sjáldan kemur pína í vøddum og liðum
saman við smittuhita, ella saman við tuberklasjúkuni í allra*
fyrstu tíð hennar.
Hon kom fleiri ferðir hjá teimum 106, mest børnum og
ungum fólki í Eiðis læknadømi, sum høvdu hesa sjúku í
tíðarskeiðinum 1920—1952. Hjá tveimum teirra, 18 ára
gentu og 6 ára dreingi, var henda pínan óvanliga sterk.
Hjá 6 ára dreinginum gjørdi hetta, at ivingur var um
meningitis.
8. 9 J.P. J., b. í h. 5/7 1910. Smittað av 17 ára gl. vinkonu, sum
doyði heima h. 31/3 1928 av lungnatuberklum. — Smittuhita við knúta-
rósin 8/5—28. Pirkað 16/5: 8 mm breiður roði við 3 mm breiðari vætus
rípu í miðjuni. Hitin til 20/5: í mesta lagi 39°.
Síðan at vísa seg frísk í einar 10 dagar, so aftur hiti frá fyrst í juni
til 28. í hesum mánað, ikki uppum 38,9. Pulsurin títtur 116—120. Saman
við hesum pína í ørmum og beinum, meiri i beinunum, og serstakliga
í vinstra, har stóð pínan niður í tærnar. Hin 13/6 var Lasegue’s sjúku*
eyðkenni positivt vinstrumegin við 60-70°. Pína í seturvøddunum,
tá ið beinið varð lyft upp og týðiligur eymleiki beint undir vinstra
mjadnarkambi. Hin 16/6 varð funnin eymleiki í seturvøddunum bæði
vinstrus og høgrumegin, og framvegis positivt Lasegue’s sjúkueyðkenni
v. m. Tá ið hitin var burtur, kom hon upp; men nú kom ógviliga
sterkur hosti, men einki sindur kom upp, og einki var at hoyra á lung,
unum.
Fyrst i august mánað kom hiti 3. ferð, og hesa ferð stórur munur
á kvøld, og morgunhita: Frá 35,9 um morgunin til 40,0 sama kvøldið.
Aftur pxna í ørmum og beinum, og nú mest í høgru limunum. Lasegue's
sjúkueyðkenni positivt báðumegin, týðiligari høgrumegin. Eymleiki í