Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 36
42 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
seturvøddunum báðumegin og pína uttan um mjadnarliðirnar, tá ið
lærið varð havt út til viks og inn ímóti miðlinjuni, og tá ið tað var
snarað inná og útá, so hesar røringar vóru tarnaðar. Høgra knæ eitt
sindur hovið, men knæskelin ikki lyft uppfrá, so at tú hoyrir slag.
Kanning av lungunum sýndi støðugt alt at vera rætt vorðið.
Hin 17/8 varð hon løgd inn á Dronning Alexandrines hospital.
Beint áðrenn hon fór heiman, hostaði hon fyri fyrstu ferð slím upp;
tað hevði tubbasteyrar. Doyði á sjúkrahúsinum 13/9 1928 av tub. pulm.
miliaris.
At henda unga genta hevur havt herviliga áhaldandi
pínu í vøddunum er neyvan nakað at ivast í. Mangt vísir
á, at eisini høgri knæliður og báðir mjadnarliðir hava
verið skaddir av eitri frá tubbasteyrunum.
9. c? O. J. b. í h. 23/9 1938. I Fróðskaparriti 8. bók, bls. 26 verður í 5.
sjúkusøgu sagt frá 6 ára dreingi (O.J.), ið hevði meningitiseyðkenni
uttan meningitis og uttan broytingar í mønuflótinum. Orsøk er til
at halda, at »meningitis« hansara var vøddapína av sama slag, sum
tann hjá gentuni í 8. sjúkusøgu.
Vælkent er, at mangar smittusjúkur stundum hava til
fylgisneyta stirvni í ryggi og nakka, tá ið tær taka seg
upp; men neyvan er vanligt, at hesi sjúkubrøgd eru so
sterk sum hjá hesum 6 ára gamla dreinginum í 9. sjúku*
søgu.
SUMMARY
The present work is a continuation of an article in Fróiskaparrit
VIII, 1959, and deals with the new cases of tubercular disease in joints
and bones, subcutaneous glands, genital organs and bladder, skin and
lungs, occurring in the Medical District of Eiði from 27. VI. 1920 to
26. VI. 1952. In addition reference is made to cases with fatal results
and to nonstubercular diseases which often appear simultaneously with
initial fever and are apparently due to toxins from the tubercular
bacillus.