Fróðskaparrit - 01.01.1960, Qupperneq 41
Heimrustir.
Eftir E. A. Bjørk.
Heimrustir eru jarðir, ið nýttar verða til byggilendi,
græsning (heimabeiti) og tílíkt. Tað er bert norðanfjørðs,
hesar jarðir verða róptar heimrustir. í Suðuroy nevnast
tær skattagrundir og í Sandoy siga teir vanliga rustari.
I Vágum sæst navnið heimrustaðir nevnt í einum føri.1)
Hin upprunaliga málsliga merkingin av hesum orðum
er eitt sindur ivasom. Tað fornnorrøna orðið rust merkir
leivd ella toft, men verður eisini nýtt um bøin, ið er
næstur túninum (har hús sum oftast hava staðið frammans
undan). Eitt annað fornnorrønt orð er heimrgst, sum merkir
heimajørð. Tað samsvarandi norska orðið heimrast tykir
av fyrstan tíð at verða nýtt um ta dyrkaðu og ódyrkaðu
jørðina, ið hoyrir til ein garð, og sum liggur uttan um
húsini; seinri verður hetta orðið bara nýtt um haga, ið
er nærindis, meðan langfarahagin verður nevndur útrast
ella langrast. Somu merking hevur eisini tað hetlendska
orðið hemrost, ið er hagin næstur húsunum. Teir siga eisini
hemhoga, ið er tað sama orðið sum heim=hagi á fornnorí
rønum. Rpst er á fornnorrønum eitt longdarmát (einar 7
km) ella eitt strekki, ið var gingið uttan hvíld. Uppruna*
liga man heimrpst soleiðis vera tann jørðin, sum røkt var
beinleiðis frá garðinum.2)
Tað er tí lítið trúligt, at orðini heimrast, hemrost og
heimrpst hava nakað beinleiðis samband við tað føroyska
orðið heimrustir, men í einum av teimum fáu skjølunum,
sum til eru á føroyskum úr miðøldini, finna vit eitt orð,