Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 42

Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 42
48 Heimrustir ið kanska kann geva eina leiðbeining um orðið heimrustir. Hetta skjal viðvíkur eini semju, sum Føroya biskupur og løgmaður gjørdu í 1412 um 4^2 mørk í jørð á Sandi. I hesum skjali3) letur biskupurin løgmannin fáa alla jørðina, sum hoyrir til hagan (»hagan allan«), og »heima beiti oc rudh stadhe j brekum yffir Sandha husumh jd nedra oc jd efra«. Dr. Jakobsen umsetir »rudh stadhe« við nýyrðinum »ruddstaðir«, sum hann aðrastaðni4) sigur er »ryddet sted, opryddet plads, alm. kun i flt. ... = heimrustir«. Tað er tí væl hugsandi, at í orðinum ruddstaðir, sum í eintal eitur ruddstaður, liggur upprunin til orðið heimrustir og ikki orðini rust ella heimrgst. Orðið heimrustir verður sum áður sagt ikki nýtt í Sandoynni, men teir nýta eintalsorðið rustari — oftast í bundnum formi rustarin.5) Hetta orðið kann vera komið av, at tað rætta orðið ruddstaðurin í dagligari talu er vorðið stytt. Hesin óbundni formurin rustari má tí hugsast at vera komin av tí stytta orðinum í bundnum formi og ikki av tí rætta forminum ruddstaður. Tað er helst eingin ivi í, at bæði orðið rustari(n), sum einans Sandoyingar siga, og orðið heimrustir, sum vanliga verður nýtt norðanfjørðs, hava sín uppruna í orðinum ruddstaður(in); hesum fáa vit eisini vissu fyri í orðinum heimrustaðir, sí frammanfyri, sum verður nýtt um ein part av tí haga, ið inn var lagdur í 1836 á fyrsta sinni til niður* setubygdina Slættanes í Vágum. Tað verður tá sagt, at hetta orðið er at skilja við tað sama sum heimrustir6). Tað er soleiðis nógv, ið bendir á, at orðið heimrustir kemur av orðinum heim-ruddstaðir og merkir tí tað rudd°= aða lendi í bygdini, sum liggur nærindis húsunum. í Suðuroy verður bert navnið skattagrundir nýtt um hesi øki. Hetta navnið finst eisini í Skálavík í Sandoy7), og bygdin Sandur er býtt sundur í »skattir«, sum ávísar jarðir liggja til. Til ein sonevndan »skatt« hoyra ikki bert ávísir rustarar, men eisini tey og tey fuglabjørg8). Norðanfjørðs er navnið skattagrundir ókent. Hetta orðið hevur óivað samband við áleggjanina av kongsskattinum, tí sum grundar* lag fyri henni vóru hesar grundir nýttar.9)
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.