Fróðskaparrit - 01.01.1960, Side 43
Heimrustir
49
í hesi grein fer navnið heimrustir at verða nýtt bæði
um heimrustir norðanfjørðs, skattagrundir í Suðuroy og
rustara í Sandoy.
Viðvíkjandi brúkinum skilir Lunddahl10) millum tvey
sløg av heimrustum 1) »Grunde« til sethús og úthús, hoy*
garðar, hvanngarðar, køstar o. tl. og 2)»Heim*Beide« (heima>
beiti), tað er jørð, sum er løgd av til »græsning for Kalve,
indtil de ere tilvoksede saa vidt, at de kunne græsse i
Havgen blandt Køerne, samt for Køer, som behøve at
tages hjem, navnlig for at kælve.«n)
Nú kann verða spurt, um áðurnevnda skjal frá 1412
ikki á sama hátt skilir millum tvey sløg av heimrustum.
Har verður bæði nevnt »rudh stadhe« og »heima beiti«;
tá »heima beiti« uttan iva merkti tað sama tá sum í nýggj*
ari tíð, er spurningurin, um »rudh stadhe« samsvarar við
Lundahls »Grunde«. Hetta fer tó neyvan at bera til, tí tað
stendur í skjalinum, at henda jørðin liggur »j brekum yffir
Sandha husumh« t. v. s. har óbygt er. Tað kundi hugsast,
»rudh stadhe« var pláss, sum ætlanin var at nýta til byggh
lendi, men tað liggur nærri at halda, at flag, leir og grót
eru tikin av hesum ruddstøðum til húsabygging. Tá ið
ein heldur stórur partur ivaleyst hevur verið graslendi,
hava tey eisini verið nýtt til bit hjá kríatúrum, og helst
hevur eingin stórvegis munur verið millum heimabeiti og
ruddstaðir. Brúkið av hesum jarðum, sum nevndar eru í
skjalinum frá 1412, man ikki hava verið stórt øðrvísi enn
tað, ið gjørt var av einum hagastykki í býlinginum Trøðum
á Sandi, sum við hagabýtissáttmála í 1858 var lagt av til
»Heimabeit, Flagskjær og Stenes Opbrud«12) og tað brúk,
sum nógvastaðni hevur verið av heimrustum heilt til okk*
ara dagar, ið ikki bert er til grasning (heimabeiti), men
eisini til flagskurð og leirtøku.13)
Málsøguliga má orðið heirmruddstaðir (heimrustir skiljast
sum ruddað jørð, ið liggur við húsini í bygdini, ella greirn
ligari, eftir tí frammanfyri er sagt, sum ruddað jørð uttan*
um húsini í bygdini (ella í býlinginum), har nakað av
4