Fróðskaparrit - 01.01.1960, Síða 44
50
Heimrustir
kríatúrum gingu á biti, og haðani húsatilfar var tikið.
Nakað bendir á, at sjálvar byggigrundirnar ikki í fyrstani
hava verið roknaðar sum heimrustir. Um ár 178014) man
tað enn hava verið so, at bert heimabeiti »umiddelbart
udenfor Grundene imellem disse og Bøen«, »og som vel
ikke dyrkes, men dog modtager en Del Gødning og der*
for bærer en kendelig yppig Græsvækst«15) hevur verið
roknað fyri heimrustir.
Um so hevur verið, er lendi næst húsunum møguliga
nevnt tún. Hetta orðið hevur á fornnorrønum ymiskar
merkingar m. a. gyrt jarðarstykki og tað ið vit eisini nú
vanliga rópa tún. Nú merkir orðið tún umframt hetta eisini
tað, ið túnlagt er húsanna millum ella uttanum húsini.16)
Lunddahl sigur, at tún er gøta ella breyt, »hvorved i Hejm*
ruster Vaanhusene staa i Forbindelse« og tekur ikki tún
við sum heimrustir, men sum eina deild fyri seg av innam
garðsøkjum javnsíðis heimrustum.17) At orðið tún hevur
verið nýtt um lendi næst húsum kann síggjast í Svínoy.18)
Jarðarbókin frá 1584 nevnir bert ein býling: »Hiem y
H uusse« (Heima í Húsi), men seinri er hagin býttur í
triðingar: Heimantúnsí, Handantúns* og Útbiartriðingur,19)
og hetta bendir á, at umframt Heima í Húsi hevur eisini
verið ein býlingur, sum æt Oti á Bø, og býlingurin Heima
í Húsi er farin í tvíningar: Fyri heiman Tún og Fyri handan
Tún;20) orðið tún skuldi so her merkt lendi næst húsum
Heima í Húsi. Báðir her nevndu hagapartar liggja so ið
hvussu er hvør sínumegin hesum lendi.21)
Tá saman um kemur tykjast yngri rithøvundar at vera
á einum máli við Lunddahl um, at bæði »grunde« og
heimabeiti eru heimrustir.22) Hetta orðið er — sum tað
danska orðið »gadejord«23) — eins og eitt felagsheiti fyri
ta innangarðsjørð, sum liggur í felag; geilir eru kanska
undantiknar.24)
Viðhvørt sæst orðið almenningur at verða nýtt sum
felagsnavn fyri hesi innangarðsøki. Tá ið tað í einum dómi
frá 186 3 25) stendur »et Grundstykke »úti við Neyst« af den