Fróðskaparrit - 01.01.1960, Page 46
52
Heimrustir
merking skilst felags innangarðsøki, ið nýtt verða til gongd
hjá fólki (almannavegir) ella kríatúrum (geilir), til felags
grasning ella viðhvørt til byggilendi. Men í Føroyum er
eingin almenningur uttangarðs við stórum víddum so sum í
hinum norðurlondum, serliga í Noreg.39)
Hóast brúkið av teimum føroysku almenningunum og
heimrustunum ofta er hitt sama, t. d. til bit og byggilendi,
er tó rættast framvegis at skilja millum heimrustir og ah
menningar, tí ognarrætturin hevur tikið seg so ymist upp
fyri hesi bæði sløgini av innangarðslendi, ið verða nýtt
sum felag.
Orðið almenningur merkir verunliga samogn hjá allari
bygdini, meðan heimrustir í bygdum við býlingum eru
býttar millum býlingarnar.
Hetta sæst serliga væl í Suðuroy. í Sumba eru skatta*
grundirnar Hargaskattur, Niðuri í Gørðum og skatturin
undir Hamri, sum liggja til býlingarnar í Hørg, í Gørðum
og undir Hamri.40) I Vági Toftaskattur, Oyraskattur, Smilla*
skattur og Kráarskattur og til hesar eru býlingarnir í Toftum,
á Oyri, í Smillum og við Kráir.41) Hov hevur býlingarnar
við Garð, undir Homrum, á Brekku, í Lasgarði og á
Brúgv við skattagrundunum Garðskattur, Hamraskattur,
Brekkuskattur, Leivsgarðsskattur og Brúarskattur.42) I
Trongisvági býlingarnir43) í Húsi, í Syðratoftum og í Svab
barði við Húsgarðsskatti, Syðruskatti og Svalbarðsskatti.44)
í Famjin hava teir skattagrundirnar í Trøðum og Sjúrðar*
garður og býlingarnir hava sama navn.45) Við útskiftingini
í Hvalba verða Giljaskattur og Skálaskattur nevndir, og
hoyra teir til býlingarnar Giljar og í Skálum, men eisini
verður nevnt eitt øki »Sandene«, ið nýtt verður til epla*
jørð,46) og har er Neystasandur, Toftasandur, Heygasandur
og Skálasandur, sum samsvara býlingunum við Neyst, við
Toftir, á Heyggi og í Skálum. í taxatiónsprotokollini47)
eru eisini nøkur hagaleys stykki nevnd, og hava tey nøvn
eftir býlingunum, soleiðis er við tax. nr. 940: Kápujørð
Garðsennis eftir Garðsenni, tax. nr. 841: Kápujørð Hólar